Felagsmøti við Oasuni
Sonja I. Jacobsen, 24.08.2016

Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga. Matt:24,35

 

Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum. Hebr:10,24

 

Á møtinum sunnumorgunin í Kelduni var felagsmøti við Kelduni og Oasuni. Pauli Høj og Jóhan Petur Johannesn høvdu orði. Oasubrøðurnir sungu eisini.

Pauli Høj tosaði um ”Guds orð, okkara Hondbók”. Hann tosaði um bíbliuveking og um at vekja hugin upp til at lesa orðið. Guds orð er grundvøllurin.

 

Pauli nevndi, at onkuntíð siga vit ”Harri tala til okkum”, og vit ímynda okkum, at Hann kemur við eini skrift á veggin, og tað kann eisini henda, men tað, sum Gud ger, er at Hann rættir hondina fram og vísir á bíbliuna, har Hann talar til okkum. Onkuntíð gloyma vit hettar at lesa í bíbliuni, og síggja hvat tað er, sum Harrin ynskir at siga.

 

Orð Guds er fylt við kraft: Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga. Matt:24,35. Tá alt annað fer og fær ein enda, tá stendur Guds orð eftir og heldur.

 

Pauli nevndi fleiri vers um týdningin og kraftina av Guds orði:.

Jes. 55, 10-11: “Tað skal gera tað, eg sendi tað til”.

Sálma,33:6-9: Tað er kraftamikið og gevur meining.

Gud kann tala inn í okkara gerandisdag, Hann kann tala til okkum, vit kunnu koma at kenna Guds orð.

 

Johs:14,10-11: Jesus kom fyri at vísa okkum, hvør Faðirin er, hann kom at geva orðinum lív, so at vit kunnu koma at kenna Sonin og fylt við anda og lív. Orð Guds talar í sær sjálvum, óansæð hvør lesur Guds orð, tað er fylt við kraft og vendir ikki tómt aftur.

 

Hebr,4:12: Tað fer inn í sál og liðir, inn í andan, tað er so kraftarfult. Tí mugu vit koma har til, at tað er í okkum og taka tað til okkum.

Vit mugu verða upptikin av orðinum, tað hevur vald og kraft, støðgið ikki á at lesa orðið! Tað má vera okkara grundvøllur.

 

Pauli kom inn á fleiri vers, sum siga okkum, hvat Guds orð er og ímyndar:

Sálma 119,105: Lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni….tað lýsir okkum fram á leiðini.

Efes. 5,26: Tað er sum eitt vatnbað, tað reinsar okkum hjartað.

Luk. 8,4-15: tað er eitt sáðkorn, fræ. Hjarta er móttakarin, tað avger, hvat veksur uppaftur. Gud talar inn í tína støðu.

Jer. 23,19: er sum eldur og hamari, sum sorar fjøll. Vit menniskju stríðast onkuntíð við okkara ego, tá má orðið verða sum ein hamari, sum brýtur okkara stoltleika niður.

Orðið er eisini friður og balsam. Tað reinsar og grøðir.

Orðt. 4:20-2: tað gevur lív og grøðing.

 

Bíblian er sera týðandi, tað er okkara grundvøllur. Lesið orðið og inntakið.

 

 

Jóhan Petur Johannesen

Tá Pauli var liðugur, kom Jóhan Petur, OM leiðari, og hevði eitt orð.

Jóhan Petur tosaði um, at vit mugu stunda á kærleika og tráa eftir kærleikanum og teimum andaligu gávunum. 1. Kor.1,14

Vit mugu ikki gloyma, at ein og hvør góð og fullkomin gáva kemur omanfrá.

 

Hvørja tráan hevur tú? Hvat vildi tú sagt við Jesus, um hann spurdi teg um eitt ynski? Hvat tráar tú eftir?

Eitt er at tráa eftir gávum, men tað má alt verða gjørt í kærleiki, tí tað er tað, sum Paulus nevnir fyrst.

 

Hebr. 10,24-25: verið góð við hvønn annan, gevi gætur eftir hvør øðrum, lati okkum hava umsorgan fyri hvør øðrum. At biðja fyri persónum ella øðrum tingum, gevur okkum umsorgan fyri hesum persóni ella tingum vit biðja um. Lati okkum biðja fyri hvørjum øðrum.

 

Hvat tráar tú eftir í dag?

 

Møtið sæst á Netvarpinum HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

Sí fleiri greinar