Hvat er títt lív?
Sonja I. Jacobsen, 14.08.2016

Markus 8, 35

Tí tann, sum vil bjarga lívinum, skal missa tað; men tann, sum missir lív sítt fyri Mína skuld og fyri evangeliums skuld, skal frelsa tað.

 

Øyvind Bjerkenes talaði sunnumorgunin 7. august og legði út við hesum orðum.

 

Læran hjá Jesusi omanfyri er hin mest vanliga gjøgnum tey fýra evangeliini. Hettar var nakað av tí, sum Hann talaði allarmest um.

 

Tað kann undra, tí at menniskju flest eru góð við sítt egna lív og vilja verja tað so leingi sum til ber. Vísundin arbeiðir hart fyri at leingja lívið og fyri at finna útav, hvussu vit kunnu steðga tilgongdini sum ger, at vit eldast.

 

Men orðini hjá Jesusi eru geið og raka meint – Um tú vilt bjarga lívinum, so mást tú missa tað!

 

Nógv menniskju hava uppnátt nógv her í lívinum. Vit kunnu siga, at tey hava fingið suksé, karrieru, ognir og viðurkenning. Sæð við menniskjans eygum, so hava tey vunnið nógv og hava klárað seg væl. Men hvat er tað, tey hava uppnátt? Hava tey vunnið lív sítt, ella hava tey goldið við sínum egna lívi fyri at fáa tað, sum tey hava arbeitt so hart fyri.

 

Les víðari hvat Jesus sigur í Markus 8, 36-37

 

Hvat batar tað menniskjanum at vinna allan heimin og bøta við sál síni!

Hvat man menniskja kunna geva sum viðurlag fyri sál sína!

 

Man kann ikki harta menniskjum fyri, at tey vilja skapa fyri seg sjálvi eina framtíð og eina góða tilveru. Men Jesus ávarar okkum beintframligani – tú kanst ikki bjarga sál tíni!

 

Tú kanst einans bjarga lívi tínum við at missa tað. Tað ljóðar mótsigandi og gevur ikki meining, kunnu vit halda. Men kall Jesusar er radikalt og provokerar vanligu hugsanir menniskjans.

 

At geva lív sítt til Jesus er einasti máti tú kanst bjarga tí.

 

Fyri at hoyra meira um hettar, ber til at síggja møtið sunnudagin við at trýsta á HER

 

Skrivað hevur Øyvind Bjerkenes

Sí fleiri greinar