Ikki kenslur men trúgv
Kodio, 02.07.2016

”Líkamikið hvat vit føla, so lønir Gud okkara trúgv.” Tað segði Pauli Høj á møtinum sunnumorgunin tann 26. juni. Hann talaði út frá bíbliuversinum í Hebrearabrævinum 11, 6:


”Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann.”

 

Pauli undirstrikaði, at tað stendur ikki at vit mugu ”føla, at hann er”, men ”trúgva at hann er”.

 

”Vit eiga ikki at lata okkum stýra av umstøðum og kenslum,” segði Pauli.

 

”Tí vit liva í trúgv, ikki í skoðan.” (2. kor. 5, 7).

 

”Gud er tann sami, sjálvt tá tú vaknar ein morgun og kenslurnar eru í botni,” segði Pauli. Hann minti aftur á Hebrearabrævið 11, 6, har tað stendur, at Gud lønir teimum, ið søkja hann.

 

”Tú ert her í Guds húsi, tí tú leitar til Harran,” segði Pauli.

 

Frelsa og grøðing

 

”Og bønin, biðin í trúgv, skal hjálpa hinum sjúka; Harrin skal reisa hann upp, og hevur hann gjørt syndir, skulu tær verða honum fyrigivnar.” (Ják. 5,15)

 

”Trúgvin er ein ótrúðligur lykil, ið bæði gevur frið við Gud og grøðir likamið,” segði Pauli. Hann vísti eisini til Matteus 9, 22:

 

”Tá vendi Jesus Sær á, og táið Hann sá hana, segði Hann: "Ver hugreyst, dóttirin! Trúgv tín hevur frelst teg." Og kvinnan varð grødd frá somu stund.”

 

Eiga ikki at skammast við Jesus

 

Pauli eggjaði fólki til ikki at skammast við Jesus. Hann segði, at vit eiga ikki at lata kenslurnar avgera okkara vitnisburð.

 

”Jesus hevði ikki kenslur sum talaðu fyri at fara uppá krossin. Hann sveittaði blóð, men hann gjørdi tað kortini í lýdni,” segði Pauli.

 

”Eg trúgvi, at menniskju eru í tí støðuni í dag, at tey eiga at siga alment, at eg hoyri Jesusi til,” segði hann. Og hann bað fólk gera vart við seg, um tey ysktu at játta Jesus sum harra í sínum lívi. Fleiri gjørdu tað.

 

Sangur og vitnisburður

 

Eftir at Pauli hevði talað, sang Terje Vestergaard ein sang, og síðani hevði Debora Biskopstø ein vitnisburð, har hon greiddi frá, at hon hevði biðið fyri onkrum á arbeiðsplássinum um grøðing og undrið hendi. Eisini hevði hon biðið um onnur ítøkilig ting, har Harrin hevði gjørt undur.

 

Møtið endaði við breyðbróting og forbøn, og eisini tá takkaði onkur fyri frelsuna.

 

Eingin sunnudagsskúli er nú í feriutíðini, og tí vórðu barnasangir sungnir tíðliga á møtinum. Kristina N. Hansen leiddi lovsangin.

Sí fleiri greinar