Einsemi – ein óunniligur fylgisveinur
Sonja I. Jacobsen, 14.06.2016

Einsemi er tabu, vit tosa ikki um tað, kanska tí vit ikki ynskja, at onnur skulu halda, at vit ikki røkka til, ella halda, at tað er okkurt galið við okkum. Tað er heldur ikki stuttligt at skilta við tí. Hvør tímur at stilla seg frammanfyri onnur og siga ”hey tit, eg eri einsamøll”. Tí hvat skulu hini gera við tað?


Vit eru mong, ið kenna til einsemi her í lívinum. Hóast vit eru millum nógv fólk, hava góða familju og starvsfelagar, ja, so kunnu vit kenna okkum einsom. Einsemi hevur ongan aldur og er ein ring kensla, sum als ikki ger okkum nakað gott. Skulu vit seta orð á, hvat einsemi ger við okkum menniskju, so er hetta ikki lætt, tí tað er ein subjektiv kensla. Men kenslan kann m.a. fáa okkum til at kenna okkum burturgloymd, avbyrgd, hjálparleys, forkert, misskilt, annaðleiðis, fremmand, ikki nóg góð, ikki at røkka til, hugtung, kedd, frustreraði.

 

Tað er ymiskt, nær í lívinum vit kenna okkum einsom og yvir hvussu langa tíð. Summi hava kent til einsemi alt lívið, meðan onnur eru einsom, t.d. eftir at børnini eru blivin størri, ella eftir at tey hava mist ein maka/góðan vin o.s.fr.

 

Orsøkirnar til einsemi kunnu vera nógvar, og tað er ymiskt, hvussu vit menniskju velja at handfara einsemi. Tey flestu berjast við tað sjálvi og royna sum frægast at koma heilskapað ígjøgnum lívið. Summi søkja sær serkøna hjálp hjá m.a. einum sálarfrøðingi. Aftur onnur leita eftir hjálp í onkrari religión, ella tey royna at knýta tað til eitthvørt, ið gevur meining fyri tey í teirra lívi. Alt hetta er gott, um tað hjálpir. Nøkur koma burtur úr einseminum aftur, meðan onnur tíverri ongantíð finna vegin út.

 

Eg eri ein kristin, og hóast eg havi verið tað meginpartin av mínum lívi, so tók tað mær ov langa tíð at finna vegin út úr einseminum. Kanska tí, at eg ikki var greið yvir, hvussu einsom eg í veruleikanum var. Vegurin fyri meg var Guds orð, sum ein dagin bleiv so livandi fyri mær, at eg bert kundi ásanna, …at Guds orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggja svørð og fer inn ígjøgnum, til tað skilir sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans (Hebr. 4:12).

 

Tá eg ein dagin las sálma 142, upplivdi eg júst hetta, og Gud møtti mær á ein hátt, sum eg ongantíð áður havi upplivað. Eg ynski at deila tað við tykkum fyri at vísa á, at Gud og Guds orð veruliga broytir umstøður. Einki menniskja her á jørð kann uppfylla tann tørv, tú hevur í lívinum. Um tú bíðar eftir tí, verður tú ongantíð veruliga eydnurík. Einans Gud kann gera tað. Ein sangstrofa sigur tað so gott: Bert eitt orð frá Tær, og Tú broytir alt. Henda dagin sá eg ljósið fyri endanum av tunnlinum. Hesin sálmurin hjálpti mær at seta orð á nakrar sterkar kenslur, eg hevði, sum virkaði frígevandi. Eg kundi ikki annað enn ásanna, at Guds orð er máttmikið og livandi og enn einaferð staðfesta, at trúgvin er tað, ið ber meg ígjøgnum lívið. Takk Gud fyri títt orð.

 

Um tú kennir teg einsamalla og ert tung í huga, les orðið, les sálma142, bið Gud um at møta tær og trúgv, at Hann fer at gera tað. Ikki líta á menniskju eina, men vend títt eyga á Gud. Einsemi – ein óunniligur fylgisveinur ja, men verið ikki stúrin fyri nøkrun, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk, og Guds friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi. (Fil. 4:6-7). Søkið fyrst Guds ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt (Matt. 6:33). Gud signi teg.

 

Sálmur 142

Neyðarróp til Harrans:

ø.2 Hart eg rópi til Harrans, hart eg Harran bøni.
3 eg helli út mína sorg fyri ásjón hans, eg sigi fyri honum mína neyð.
4 Tá ið ørmaktast í mær andi min, tú tó kennir gøtu mína. Á tí vegi, sum ganga eg skal, teir snerrur hava fyri mær loynt.
5 Eg líti til høgru og hyggi, men eingin kennist við meg; einki eg eigi mær høli, eingin leggur í meg.
6 Til tín eg rópi, Harri; eg sigi: Tú ert mítt skjól, mín lutur í landi teirra livandi.
7 Lýð á neyðarróp mítt, tí eg sára hjálparleysur eri! Bjarga mær frá fíggindum mínum, tí teir eru mær ov sterkir!
8 Loys mína sál úr fangahúsi, at eg má lova navni tínum, tí rættvísir eftir mær bíða, at tú væl vilt móti mær gera!

 

Skrivað hevur Birgit Frederiksberg

 

Sí fleiri greinar