Bønarsvar frá Gudi
Sonja I. Jacobsen, 30.06.2016

Verið ikki stúrnir fyri nøkrun, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk, og Guðs friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi. Flip 4. kap. 6.-7. Vers.

 

Eg hevði verði trúgvandi í eini tvey ella trý ár. Annað jólakvøld var altíð dansur í bygdarhúsinum á Strondum, har nógv fólk plagdu at koma. Tað var kavi og glansandi gler, hvørki koyrandi ella gangandi. Hetta kvøldið hevði pápi mín drukkið (hann drekkur ikki longur, og eg havi fingið loyvi frá honum at skriva hetta). Hann var farin út í Bygdarhúsið hetta kvøldið.

Vit vóru so bangin um hann. Eg skuldi tíðliga upp dagin eftir, men eg sovnaði ikki. Eg hugsaði bara um babba. Men so tók eg Bíbliuna, tók mær eitt mannakorn og fekk hetta orðið: Harrin skal berjast fyri tykkum, men tit skulu halda tykkum kvirrar.
Eg tók Gud upp á orðið. Eg bað eina bøn og bað um einglavakt yvir babba, at hann skuldi koma heim aftur í øllum góðum. Og so legði eg meg at sova. Og eg sovnaði.

Dagin eftir spurdi eg so mammu eftir babba. Hon segði, at hon visti ikki hvussu og hvat, men babba var komin heim, hann var dottin í øllum glerinum og hevði mist ein skógv, men lá nú og svav í øllum góðum.

 

Hetta upplivilsið broytti meg. Frá tí degi fekk eg eitt álit á, at Gud hoyrir bønir, og at man gott kann taka Gud upp á orðið og biðja til Hann um ALT. - Og tað havi eg gjørt síðan.

 

Tá vit høvdu verið gift í nøkur ár, búðu vit inni í kjallaranum hjá mínum foreldrum. Vit høvdu tað ordiliga gott har, men eg ynskti at fáa mítt egna heim. Tíðinar tá vóru sera ringar, og vit áttu einki, kortini bað eg Gud um, at vit máttu fáa okkara egna heim. Ein dagin eg fór til handils og koyrdi forbí ommusa hús, var tað, sum eg hoyrdi Harran siga við meg, at hattar fór at verða mítt heim.

Sum tað sá út í táverandi løtu, so var tað ómøguligt. Vit áttu ongar pengar, og mammubeiggi mín hevði arvað húsini, og hann var við at selja tey til mostur mína, so tað mátti bara vera mínir egnu tankar. Tað kundi ikki vera Harrin. Men nøkur fá ár gingu, so kom henda mosturin niðan til okkara og bjóðaði okkum at keypa húsini.

Vit keyptu húsini, men okkurt var, sum mátti gerast við tey. Eg segði við Jesus, hvussu vorðið var.

So ein dagin kom svigerfar, hann skuldi hjálpa okkum. Næstan hvønn leygardag kom hann út á Strendur at smíða, og hann gavst ikki, fyrr enn tað kundi búgvast aftur í húsinum, so har var hann okkara bønarsvar.

Síðani mátti el-arbeiði eisini gerast. Tá kom beiggi mín, sum er eletrikari, og gjørdi alt el-arbeiðið. Har var hann okkara bønarsvar.

Køkurin, sum var í húsinum, kundi ikki brúkast, so hann mátti eisini skiftast. Tá kom systir Helga og bjóðaði okkum ein køk, sum hevði staðið leingi í teirra kjallara. Hann var sum nýggjur. Hann keyptu vit fyri ein bíligan penga, og soleiðis kundi eg blívið við at fortalt um øll tey bønarsvar, vit hava fingið, og hvussu fantastiskur Guð er, at Hann er spennandi at liva saman við, tí Hann er altíð eitt stig frammanfyri okkum. Hann bíðar til vit biðja, og so gevur Hann okkum bønarsvar. Viðhvørt er tað nei, og við hvørt er tað ja. Hann veit akkurát, hvat er best fyri okkum, so vit kunnu trygt leggja alt í Hansara hond.

 

Hevur tú eitt óintressant kristilív, so byrja og bið og sig við Jesus, hvussu tú hevur tað. Hann bíðar eftir, at tú biðjur, tí Hann ynskir at svara tíni bøn og geva tær bønarsvar.

 

Vit høvdu búð eina tíð í okkara nýggja gamla heimi, tíðinar vóru enn ringar. Tað var sunnudagur, og vit skuldu inn í Kelduna á møti kl. 5, og Helgi skuldi eisini spæla klaver á møtinum. Men hvat, vit áttu ikki pengar til bensin, og tangin var tómur. Nú vóru góð ráð dýr. Vit løgdu støðuna í Guds hond og søgdu sum var, at vit kundu ikki fara á møti, um vit ikki fingu pengar til bensin.

Veðrið var av tíð allar besta. Klokkan 3 bankar á hurdina, og inn kemur ein fastur hjá Helga. Hon og maðurin vóru á veg til Selatraðar, bara ein biltúr í hesum góða veðrinum. Helgi hevði verið vertur í brúdleypinum hjá soni hennara árið fyri. Samsýning hevði hann onga fingið, men í dag skuldi hann fáa tað. Hon gav okkum ein konvolut, har 500 kr. vóru í. So nú høvdu vit meira enn nokk. Er Gud ikki fantastiskur?

 

Eg veit ikki hvørjari støðu tú ert í, ella hvat ið tú hevur brúk fyri, men eg veit, hvønn tú kanst fara til við øllum, og tað er til Jesus Kristus.

 

Her eru trý ymisk dømir um Guds trúfesti, og at tað, sum Hann lovar, tað heldur Hann. Um tú vilt uppliva undur sum eg, ja, so mást tú byrja at biðja og trúgva, at Guð hoyrir tínar bønir, og at Hann svarar tað, sum Hann veit er best fyri teg. Tú burdi prøvað .

Øll æran til tín Jesus Kristus. Tín Oddbjørg.

 

Skrivað hevur Oddbjørg Abrahamsen

Sí fleiri greinar