Hugtikin av Jesusi
Sonja I. Jacobsen, 31.05.2016

Tað er ein persónur, sum eg eri hugtikin og gripin av. Hesin er ikki hvør sum helst. Hann hevur broytt heimin sum einki annað menniskja. Hann er mætasti og størsti persónur, sum heimurin hevur sæð. Tað er Jesus.

 

Kendi russiski rithøvundurin Fyodor Dostoyevski segði einaferð hesi orð: “Tað er í heiminum bert ein persónur, sum hevur fullkoman vakurleika. Tað er Kristus.”

 

Hann hevur sum eingin annar sett síni fingramerki á einstaklingar, samfeløg og heimssøguna í 2000 ár. Og tað er einki, sum bendir á, at Jesus nakrantíð fer í søgubøkurnar, sum eitt stórt menniskja, ið einaferð hevði stóra ávirkan á menniskju og samfeløg. Nei, Jesus blívur við at ávirka, hugtaka og geva íblástur til óteljandi menniskju kring allan heim.

 

Hjá okkum er krossurin í Merkinum greitt tekin um Jesu ávirkan á okkum sum land og fólk.

 

“Tí Menniskjasonurin er heldur ikki komin at lata onnur tæna Sær, men at tæna og geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong.” (Mark. 10,45).

 

Jesus kom at seta menniskju í satt frælsi. Hann kom fyri at leiða okkum aftur til samfelag við Gud, Hann, sum hevur skapt okkum og sum ynskir so inniliga at hava relatión við hvørt einasta menniskja á hesi jørð.

 

Latið okkum stutt hyggja eftir, hvat Jesus hevur gjørt.
Hann boðaði ríki Guds. Vísti menniskjum Faðirin. Bar fangum boð um, at teir skuldu sleppa leysir. Grøddi tey sjúku og hjartabrotnu. Lærdi og vegleiddi lærisveinarnar. Hann avdúkaði dupultmoral. Doyði ósekur á krossinum. Endurloysti og sameinti. Reis upp frá hinum deyðu. Hann sendi Heilaga Andan til fólk Sítt, sum er Hansara kirkja/samkoma.

 

Jesus var persónligur. Hetta síggja vit t.d. í Jóh. evang. kap. 15, vers 15:
“Eg kalli tykkum ikki longur tænarar; tí tænarin veit ikki, hvat harri hansara ger; nei, tykkum havi Eg kallað vinir; tí alt tað, sum Eg havi hoyrt av Faðir Mínum, havi Eg kunngjørt tykkum.” (Jóh, 15,15).

 

Jesus var eisini fullur av vísdómi. Eitt gott dømi er hesi orð úr fjallaprædikuni:
”Alt, sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum; tí hetta er lógin og profetarnir.” (Matt. 7,12).

 

Hann kom at frelsa heimin. Og sonevnda “lítla bíblian”, Jóh. 3, 16, lýsir hetta sera væl:
“Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.”

 

Óteljandi menniskju hava gjøgnum 2000 ár verið hugtikin av Honum og fylgt honum. Fleiri eru tey, sum hava latið sítt lív fyri trúnna á teirra harra og frelsara.

 

Í okkara tíð eru fleiri kveikjandi dømi um menniskju, sum við sterkari kristnari sannføring hava livað lív, ið hava verið við til at broytt onnur menniskju og givið teimum nýggja vón og hjálp. Gott dømi er Maggie Gobran úr Egyptalandi, betri kend sum Mama Maggie.

 

Eg hevði tann framíhjárætt at hoyra hesa megnarkvinnu á stórari leiðsluráðstevnu í Chicago fyri nøkrum síðan. Mama Maggie var av ríkari ætt og hevði eydnuna við sær á sínari yrkisleið. Men hon valdi at fara frá frá einum tryggum starvi sum professari í kunningartøkni til at taka sær av fátækum børnum á ruskdungunum í Kairo.
Á hesi leiðslurástevnuni hugtók og nam hennara boðskapur við hjørtuni á túsundtals leiðarum. Hon tosaði so inniliga og hugtakandi um Jesus, sum leiddi hana at hjálpa fátøkum og heimleysum børnum. Løtan var serlig og rørandi. Mong tár fullu hesa løtu, tá Mama Maggie so livandi greiddi frá, hví hon hevði halgað sítt lív at hjálpa teimum minstu og veikastu. Hon vísir í verki Jesu kærleika til hesi smáu og gloymdu børnini. Gjøgnum hennara tænastu fáa børnini eitt betri lív og bjartari framtíð. Fleiri enn 18.000 børn fáa dagliga mat, skúlagongd og aðra hjálp.
M.a. segði Mama Maggie hesi orð á leiðsluráðstevnuni “Tá ið eg hoyri fátæk børn tosa, lurti eg eftir Jesu hjarta, sum bankar fyri allari mannaættini!”

 

Havi javnan sett mær henda spurning: Hvørjar eru orsøkirnar til, at eg eri gripin av Jesus?
Lat meg nevna nakrar orsøkir. Eri hugtikin av Jesusi, tí Hann:

 

• Vísir markleysan kærleika og ósjálvsøkni til øll menniskju
• Tí Hann reis upp frá hinum deyðu
• Tí Hann hevur frelst meg, broytt meg og givið orsøk at liva
• Tí Eg havi sæð Hann frelst, broytt og grøtt mong menniskju
• Eri hugtikin av Honum, tí Hansara náði og fyrigeving eru uttan mørk
• Hann hevur sum eingin annar ávirkað einstaklingar og samfeløg
• Og tí Hann er kongur í allar ævir

 

Hvør er tín støða til Jesus? Hetta er kanska týdningarmiklasti og mest rannsakandi spurningur, ið tú kanst fáa. Mín bøn er, at tú skalt kenna henda mann, sum ikki kann setast javnt við nakað annað menniskja, tí hann var meira enn bert eitt menniskja. Hann var og er Guds sonur.

 

Mín spurningur til tín er hesin: Hvat gert tú við Jesus?


Skrivað hevur Rúni Rasmussen

 

Sí fleiri greinar