Men trúgvin ber ..
Sonja I. Jacobsen, 17.05.2016

“Í stundini skar barnsins faðir í róp og segði: «Eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni!» Markus 9;24.


Tað er so mangan, at vit koma út fyri truplum umstøðum í lívinum - vit kunnu kenna okkum bæði veik og lítisverd, og okkara gerandis dagur gongur als ikki, sum vit vildu ynskt. Avbjóðingarnar sýnast ongan enda at taka, og vit kenna okkum bæði máttleys og ráðaleys: Hvussu skulu vit megna tær avbjóðingingar, sum okkum eru fyri?


Slíkar dagar er tað gott at fáa ugga og troyst út frá orðinum, tí tað er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð. Mangur minnist aftur hesi troystarríku orðini: “Sum dagar tínir skal tín styrki vera.” (5. Mós 33:25); “Harrin er mín styrki og lovsongur” (2. Mós 15:2) og “Eg eygu míni hevji til fjallanna upp, hvaðani kemur mín hjálp?” (Sálm 121:1).


Í tekstinum hjá Markusi er tað ein faðir, sum kemur til Jesus við syni sínum, sum hevur ein málleysan anda. Og faðirin sigur við Jesus: Men um tú ert nakað mentur, tá miskunna okkum og hjálp okkum.” Men Jesus segði við hann: ”Um tú ert mentur! Alt er møguligt fyri honum, sum trýr.” Tá er tað, at faðirin sigur hesi vælkendu orðini: “Eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni.”

 

Trúgvin er tað berandi undir kristinlívi okkara – trúgvin, sum er “sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja.” (Hebr. 11:1) Hendan trúgvin á fullgjørda verk Jesusar á krossinum ber í hesum lívi og yvir um deyðans grøv.

 

Hevur tú slíka trúgv ella tørvar tær hjálp til tína vantrúgv? Í Rómverjabrævinum 10:10 stendur: “Tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi, men við munninum verður játtað til frelsu.”

 

Bið Harran um trúgv, tí hon ber!

 

BØNIN:
Harri gev mær trúgv, lat meg tæna tær,
tak í hjartað búgv, kom og ver hjá mær.
Tú mítt lív skalt fá hvønn ein lívsins dag,
tínum vegi á sálin gert so glað.

 

Skrivað hevur Hans Jacob Poulsen

Sí fleiri greinar