Heilagi Andin í okkum
Sonja I. Jacobsen, 09.05.2016

Joh.14.16-18
Og Eg skal biðja Faðirin, og Hann skal geva tykkum annan Talsmann at vera hjá tykkum allar ævir, Anda sannleikans, sum heimurin ikki kann fáa; tí hann sær Hann ikki og kennir Hann ikki. Men tit kenna Hann, tí Hann verður hjá tykkum og skal vera í tykkum.
Eg skal ikki lata tykkum faðirleysar eftir; Eg komi til tykkara.
 

Joh.16:7
Tó, Eg sigi tykkum sannleikan: Tað er tykkum til gagn, at Eg fari burtur; tí fari Eg ikki burtur, kemur Talsmaðurin ikki til tykkara, men fari Eg burtur, skal Eg senda tykkum Hann.
 

Hetta er fáar dagar, áðrenn Jesus verður krossfestur.

Jesus hevði verið miðdepilin í lívi lærisveinanna.

Hann var tann, ið teir høvdu tænt saman við í 3 ár.

Jesus hevði sent teir út at grøða. Jesus hevði givið teimum myndugleika til hetta.

 

Og nú sigur Hann, at tað er ein fyrimunur, at Hann fer burtur.

Og bara tað, at Jesus sigur, at tað er tykkum til gagn, tað fortelur mær, hvussu stórur hesin talsmaðurin er, sum Jesus gevur okkum.

So tað var ein fordeilur fyri okkum, at Hann fór til Himmals.

Tí tá Jesus tænti á jørðini, var Hann staðbundin. Men tá Heilagi Andin kom, kundi hann tala til síni børn um allar heim samstundis.

Jesus kann leiða teg við Heilaga Andanum.

Jesus hevur samfelag við okkum við Heilaga Andanum.

Nú kann hvør einstakur okkara hava samfelag við Jesus, hvar vit so enn eru stødd á jørðini.

 

At kenna Hann

“Men tit kenna Hann.”

Tá Jesus tosar um Heilaga andan, nevnir Hann Hann talsmannin ella Hann.

Jesus tosar her um Heilaga Andan sum persón, ikki bert sum eina kraft.

Hann er ikki bara ein nærverandi kraft. Hann er triði persónurin í Gudi.

Eg eri vegurin, sannleikin og lívið. Høvdu tit kent meg, høvdu tit kent Faðirin.

 

Øll tey ritual, tú kanst hava, leiðir teg ikki til Gud.

Tú kanst koma at kenna Gud.

Við at koma til Hansara, at móttaka Hann sum tín persónliga frelsara.

 

Hvat er Guds hjarta, tá tað kemur til grøðing. Jesus er Faðirsins hjarta fyri teim sjúku.

Hann vildi, at tey skulu blíva grødd

Einasti mátin at koma at kenna Gud, er gjøgnum Jesus.

 

Orð Guds

Jesus kom í heimin at opinbera Faðirin.

Gud vil tala til okkara gjøgnum orðið. Tá tú tekur tað til tín, verður tað livandi fyri tær.

Guds vilji við mær er hetta. Ikki lesa bert fyri at stilla tína samvitsku, men fyri at koma at kenna Gud.

 

Okkara kenslur

Gud hevur sagt í sínum orði: “Eg skal als ikki fara fra tær”.

Hóast vit kensluliga kunnu vera í einum aldudali, so er Gud nær.

“Eg skal ikki lata tykkum faðirleys eftir.”

Jesus sigur: “Lítlu børn míni”.

Eg skal senda tykkum ein annan talsmann. Annan merkir av sama slag.

Tað, sum teir óttaðust, kom Heilagi Andin at hjálpa teimum við.

 

Lær at kenna Heilaga Andan

Tú kanst læra teg at hoyra, hvat Andin sigur.

 

1. Kor. 3.16
Vita tit ikki, at tit eru tempul Guds, og at Andi Guds býr í tykkum?
 

Hann er ikki bert komin at vitja teg teir góðu dagarnar.

Eisini tá tað gongur ímóti, er Hann í tær. Eisini teir myrku dagarnar.

Hann er ikki bert komin at vera áskoðari til títt lív.

Hann er trúfastur. Hann svíkur ikki Guds uppgávu í okkum.

Jesus sigur ikki, at tit koma at kenna Hann við at lesa eina bók um Heilaga Andan.

 

Heilagi Andin er, sum tað stendur skrivað í Guds orði. Men tað er eitt persóniligt forhold við Heilaga Andan, at ein letur seg leiða av Heilaga Andanum, sum ger, at tú kemur at kenna Hann.

Jesus nevnir Heilaga Andan ‘talsmann’ ella ‘Hann’ 21 ferðir gjøgnum kap. 14,15,16 (parakletos).

Gud elsar teg, tí elskar Heilagi Andin teg eisini.

 

1. Joh. 4:4
Tit, børn míni, eru av Gudi og hava sigrað teir; tí Hann, sum í tykkum er, er størri enn hann, sum í heiminum er.
 

Es.59:19

 

Vitisburður frá Sri Lanka.

CNN ringir til ein amerikanara, ið hevði eina støð, eitt barnaheim. Samaritan children song.

Hann sigur, tað at hann hevði ikki orð at lýsa hetta, tá veggurin av vatni á 30 føtur kemur inn ímóti teimum. Henda alda, sum oyðileggur alt.

Tað var okkum ógjørligt at koma hægri upp. Einasti kjansur er at koma í bátin.

Uppá fá sekund fekk hann 28 børn í bátin. Hús, lastbilar, bilar smildrast.

4-5 metrar frá alduni er nakað, sum reagerar í honum.

Eitt skriftstað poppaði upp í høvdi hansara. Hann talaði til alduna.

Eg kommanderi við tí styrki, sum er í hesum skriftstaði, at aldan skuldi standa still.

Hesin massivi veggurin av vatni stóð stillur. Og tey sluppu burtur.

Nøkur blivu bjargaði upp í eitt træ, av tí at aldan stóð still júst har og tá.

Andi Harrans skuldi reka burtur fíggindan.

 

Andi Guds vil virka við teimum orðum, tú talar.

Eg havi sjálvur mangan upplivað, at Andi Guds hevur bjargað okkum, tá tað hevur staðið illa til.

 

Hevur tú ein veikleika, so er Heilagi Andin okkara hjálpari.

 

Róm 8:26.
So kemur eisini Andin veikleika okkara til hjálpar; tí vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, sum biðið eigur at verða; nei, Andin sjálvur biður fyri okkum við suffum, ið ikki kunnu sigast.
 

Orð Guds tosar um at stilla seg í skarðið fyri ein annan.

Heilagi Andin hjálpti mær at fara í forbøn fyri einum drongi, sum var sjúkur av blóðkreft.

Drongurin bleiv grøddur.

Halleluja!

 

Annað á møtinum

Trý barnavælsignilsir, Jeremy, Andru og Nóa.

Harumframt familjuvælsignilsi.

Bjóða familjuni Annfin, Astrid Mariu, Markus og Nóa at vera vælkomin at hoyra til í Kelduni.

 

Pauli leiddi møtið. Um tú ikki pakkar út og kennir teg at hoyra til, men skiftir samkomu ferð eftir ferð, tí tær ikki dámar pastorin, kemur tú ongantíð at gerast effektivur. Tí er tað umráðandi at pakka út, heldur enn hava alt í einum kufferti, myndatala.

 

Myndir síggjast HER

 

Møtið sæst HER

 

Skrivað hevur Djóni á Boðanesi

Sí fleiri greinar