Møti við ymiskari luttøku
Sonja I. Jacobsen, 03.05.2016

Hvat brúka vit okkara tíð til? Trúgvin ber, akkerið helt. Verið ljós og ektað. Vit eru ambassadørar. Grøðing og frelsa.


Á møtinum sunnumorgunin var møti við ymiskari luttøku, við ymiskum vitnisburðum.


Fyrsta vitnisburðin hevði Paula Frederiksberg. Hon tosaði um, hvat vit brúka okkara tíð til í dagligdegnium og um at brúka tíðina rætt. Hon kom eisini inn á persónligar støður, har Gud hevði verið fyri trúðfasur við hana og familjuna.

 

Tann næsti at hava vitnisburð var Tóri Højgaard. Hann tosaði um, hvat frelsan merkir, um grøðing og okkara trúgv. Tóri kom eisini inn á persónlig viðurskifti við grøðing. Hann nevndi týdningin av, at vit fortelja øðrum alt tað góða frá Harranum og Hansara trúfesti.

 

Tann triði, sum hevði vitnisburð, var Jónhard Frederiksberg, sonur Paulu, sum hevði fyrsta vitnisburðin. Jonhard nevndi, at vit mugu vera ektað, vera ljós fyri Harran, vit eru ambassadørar fyri Harran, og hvønn dag mugu vit spyrja okkum sjálv, “hvat kann eg gera fyri teg í dag Harri?”.

 

Tann síðsti at hava vitnisburð var Birgit Frederiksberg. Hon tosaði um einsemi, og at tað eru nógvar avbjóðingar, sum vit menniskju hava. Hon tosaði um, at akkerið helt, og at trúgvin ber. Birgit kom eisini inn á persónligar støður, og at vit mugu leita eftir tí góða í øllum. Vit mugu halda fast við orðið, trúgvin ber.

 

Myndir kunnu síggjast HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

Sí fleiri greinar