Tann, ið tegir, samtykkir
Sonja I. Jacobsen, 03.05.2016

- og róp teirra vórðu við yvirlutan. Lukas 23, 23

 

Eg trúgvi, at hetta er eitt orðafelli, sum gevur mongum av okkum ringan smakk í munnin; havandi í huga tað, sum er hent nú í løgtinginum.
Ein minniluti, ið rópar hart, hevur fingið meirilutan á Føroya løgtingi at vraka okkara kristna siðaarv og stemma ímóti Guds boðum.

 

Í Markus 15 lesa vit, um at Pilatus fann onga søk hjá Jesusi, men fólkið rópti, tað tey vóru ment, ”krossfest, krossfest”. Av tí, at Pilatus vildi gera mannamúgvuni til vildar, gav hann teimum Barnabas leysan.

 

Ein syrgilig støða, tá Gudsóttin er vikin fyri at geva rúmd fyri tíðarrákinum. Men enn er hetta ikki komið ígjøgnum, so lat okkum søkja Gud og biðja Hann um fyrigeving fyri okkara líkasælu og vekja okkum upp og grøða okkara land.

 

- og um fólk mítt, sum navn mítt er nevnt yvir, tá bønandi fellur á knæ og søkir ásjón mína og víkur frá vándu vegum sínum, tá vil eg bønhoyra tey á himni og fyrigeva syndir teirra og grøða land teirra. 2. Krøkinubók 7, 14

Sí fleiri greinar