Gud er góður og er bert eina bøn burtur
Sonja I. Jacobsen, 19.04.2016

Alt hetta árið havi eg verið í tungum sjógvi, likamliga sæð. Havi verið noydd til at broyta stóran part av tí dagliga liviháttinum, sum var frammanundan. Mangan hugsað, at eg eri sera egoistisk, tí eg má hugsa “eg / meg” allatíðina. Dagurin er blivin umbroyttur til at hugsa gjølla um matin og um motión, hvussu eg best leggi ætlanir fyri dagin, so at heimalív og mít likam kann verða røktað á bestan hátt. Allar hesar broytingar gera nakað við ein, bæði sinnisliga og andaliga.

 

Men tað hevur ikki bara verið keðiligt at verið í hesum stima, tí tað er, tá alt sær ómøguligt og strævið út, at ein finnur styrki til at liva lívið betur og gott. Eg havi hesa tíð kent, hvussu Harrin hevur verið við mína lið, hevur tosað við meg, hvørja løtu eg havi verið teir dagligu túrarnar. Givið mær meir styrki til at koma gjøgnum dagin og hevur eisini víst mær á onkur ting í lívinum, sum kundu verið gjørd betur ella broytt farleið.

 

Eg eri so glað fyri, at Gud hevur givið mær akkurát mína persóligheit. Hann hevur opnað mær eyguni til at síggja gleðina í lívinum, og at eg eri komin so mikið langt, at eg eri takksom fyri hvørja løtu, eg kann uppliva, og at eg kann læra hvønn dag, sum verður lagdur afturat mínum lívi.

 

Ein kann kanska hugsa tankan, at Gud er ikki góður, tá Hann kann leggja forðingar á lívsleiðina. Men Gud er altíð góður, og Hann elskar at geva kærleika inn í lívið og at senda signingar. Eg sjálv kann siga, at tá eg havi forðingar í lívinum, ella vit kunnu rópa tað fyri avbjóðingar, sum vit liva við og ella eisini loysa, tá kenni eg best Harrans rødd og kærleika, Hansara uppmerksemi og hitan av at vera undir Hansara leiðslu.

 

Okkara lív er ætlað at liva í Harrans nærveru, og vit eru skapt til at lovsyngja, lovprísa og tilbiðja Hann og at arbeiða í Hansara víngarði við teim talentum og evnum, Hann hevur lagt niður í okkum.

 

Tá Jesus varð leiddur út á Golgata og hongdur upp á krossin, tá var tað alt fyri okkum. Hann hevur goldið allar syndir, tikið allar sjúkur á seg. Vit eru loyst úr eini hvørjari leinkju, sum kann binda okkum niður. Við at rópa á Hann, tá vit hava tørv fyri frígerðing, av tí, sum bindir okkum, kemur Hann okkum til hjálpar og bjargar okkum úr teimum vandum, sum eru á leiðini.

 

Guds frið ynski eg inn í tykkara lív, og at Harrans signing verður yvir tykkum. Heilsa úr Sálmi 28, 7:

Harrin er styrki mín og skjøldur mín; á Hann lítur hjarta mítt, og eg verði hjálpin; tí gleðist hjarta mítt, og eg skal prísa Honum við songi mínum.

 

Ynski at enda við hesum lovsangskórinum, sum vit 4 úr lovsangstoyminum gjørdu á lovsangsleguni 2. apríl 2016 í Kelduni, Markus Olsen, Judit Reinert Royðutoft, Mary Frederiksberg og Oddvør Berg Abrahamsen.

 

_________________

 

Gud er góður

Gud er góður

Hans kærleiki er stórur

Størsta navn í himnarúmd

 

1.

Eg skal ei stúra

Boyggi míni knø

Tá vandar lúra

Eg ei skal stúra

 

2.

Loyst úr leinkjum

Tú gleðist yvir meg

Mín vón í tonkum

Tú leiðir á rættan veg

 

Vit tilbiðja Teg

Frið í hjarta ber

Eg skal ei stúra

________________

 

Skrivað hevur Oddvør Berg Abrahamsen

Sí fleiri greinar