Andaligt leti
Sonja I. Jacobsen, 17.08.2016

Ják. 1, 22: Men verðið slíkir, sum gera eftir orðinum og ikki bert hoyra tað og við tað svíkja tykkum sjálvar.

 

Tað vil altíð vara keðiligt at hoyra uttan at gera. Tú og eg kunnu koma hartil, at vit hava hoyrt so nógvar talur og so nógva undirvísing, at vit innantanna siga, á nei, ikki meira talur.
Tá liggur trupulleikin ikki í orðinum, men í at vit eru vorðin yvirfóðraði og andaliga kensluleys. Orðið keðir okkum, tí vit ikki umseta tað í praksis og heysta fruktirnar av tí, vit hoyra.

 

Jóh. 13, 17: Skilja tit hetta, eru tit sælir, um tit gera tað.

 

Orðafellið "ikki bert hoyrara", stavar frá greska navnorðinum akroates. Tað bleiv nýtt til lesandi, sum bara sótu og fylgdu undirvísingini uttan at vilja fara til eksamiu.
Hesi vóru ikki áhugað at fáa eina endaliga eksamiu og fara út í gerandislívið og gera brúk av henni. Tey vóru har, tí tey kendu tað intellektuelt stimbrandi, og tí tey nutu at vera við. Ofta fylgdu tey sínum yndislærarum frá einum býi til annan, tey elskaðu nýggjar undirvísarar, og tá undirvísingin var liðug, komu tey saman at eta, drekka, flenna og diskutera um, hvat tey høvdu hoyrt. Oftast vildu tey virka vitandi í eygunum á øðrum.

 

Bønin til Gud má vera, at tað ikki skal blíva soleiðis við nøkrum av okkum.

 

Ják. 4, 17: Hvør, sum tí hevur vit at gera gott og ikki ger tað, honum er tað synd.

 

 

Brot úr "Ord til dagen". Umsett hevur Sólfríð Heinesen

Sí fleiri greinar