Lova Harranum - lovsangsmøti
Sonja I. Jacobsen, 06.04.2016

Á møtinum sunnumorgunin var tað lovsangtænastan, sum hevði møtið.

Eftir eina framúr legu, sum lovsangstænastan hevði í vikuskiftinum, endaðu tey við at hava møti.

 

Nógvur lovsangur og tilbiðjan til Jesus setti sín dám á møtið.

Nógvir vitnisburðir vóru at hoyra frá ymiskum úr lovsangstænastuni. M.a vóru tað Kaj Otto, Jasmin og Arnleyg, sum vitnaðu, har tey geiddu frá, hvat tey hava upplivað saman við Jesus. Tey nevndu eisini týdningin av at tilbiðja, lovsyngja og bøn. Eisini nevndu tey týdningin, sum lovsangstænastan hevur havt fyri tey persónliga.

 

Kristina, sum er lovsangsleiðari, greiddi frá hvat tey høvdu upplivað, og  hvørjir undirvísarar høvdu verið á leguni. Her nevndi hon m.a., at Martin í Grund hevði verið og undirvíst teimum at skriva sangir. Hettar høvdu tey lært sera nógv av, og tey vóru býtt í 4 bólkar, og í bólkinum skuldu tey skriva ein sang, og síðani varð eitt lag eisini gjørt til.

 

Møtið endaði við at hesir 4 bólkarnir hvør í sínum lag løgdu fram og sungu hesar sangir fyri samkomuni.

 

Møti kann síggjast HER

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

 

Sí fleiri greinar