Hví hoyra vit ikki sannleikan?
Sonja I. Jacobsen, 05.04.2016

Jóhs. 8: 32 Og tit skulu skilja (kenna) sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.

 

Hetta versið sigur, at sannleikin setur teg ikki frían av sær sjálvum. Nei, tá tú kemur at kenna sannleikan, verður tú fríur. Guds opinbering má koma við Orðinum, sum tú tekur ímóti.

 

Jesus tosaði til tíðir við eina fjøld av menniskjum, sum komu fyri at hoyra Hann, men tað vóru ikki øll, sum tóku ímóti, tí tey skiltu tað ikki. Lærusveinarnir spurdu Jesus, hví hann tosaði í líknilsum, har hann sigur, at tað var fyri at fáa tey at fata.

Ein lærusveinur Jesusar er ein, sum hevur skilt sannleikan og tikið ímóti.

 

Matt. 13:11 Hann svaraði: "Tí - tykkum er givið at kenna loyndarmál Himmiríkis ríkis; men teimum er tað ikki givið.

 

Orsøkin til, at menniskju ikki skilja, er, at teirra hjarta er vorðið hart. Hjartað hjá menniskjanum gert stigvíst hart. T.v.s. at tú hoyrir nakrar sannleikar, sum tala til tín, men tú gert einki við teir ellar hugsar, at eg bíði, ikki nú, men kanska seinni. So við og við veitst tú ikki av, at tað legst eitt ósónligt skýli yvir tíni eyðu og oyru, sum til endan ger, at tað ikki rakar teg meira.

 

Matt. 13:15 Tí hjartað í hesum fólki er vorðið hart; við oyrunum hoyra tey tungliga, og eygu síni hava tey latið aftur - fyri at tey skulu ikki síggja við eygunum og hoyra við oyrunum og skilja við hjartanum - og venda við, so Eg kundi grøtt tey."

 

Trúgvin byrjar har, sum Guds vilji blívur kendur. Tá ið vit vita, hvat Hann vil, og hvat Hansara Orð sigur um eina torføra støðu, tað kann vera sjúka, royndir, stormar í okkara lívi, so kunna vit standa á Guds lyftum fyri tí støðu, sum er torfør. Manglandi opinbering ger, at vit ivast ella eru vantrúgvnadi.

 

Okkura hjarta verða  ofta samanlíknað við jørð ella mold. Um tú skalt seta eina plantu niður, er neyðugt við góðari mold, um tað, sum er sett niður, skal vaksa upp. Soleiðis er við Guds Orði, tað er sáðið, sum vit kunnu taka ímóti í hjørtum okkara. Eitt bleytt hjarta er gróðrarbotnurin fyri Orðinum.

Tann sama sólin, sum fær plantuna at spíra, kann eisini køva somu plantu, tí røturnar ikki fara niður at festa seg. Hetta er eisini ein góð mynd av, hvat hendir, tá vit ikki hoyra og skilja sannleikan.

 

Matt. 13:23 Men tað, sum sáað varð í góða jørð, er tann, ið hoyrir orðið og fatar tað, og sum so ber ávøkst; ein gevur hundraðfaldan, ein sekstifaldan og ein tríatifaldan."

 

Skrivað hevur Pauli Høj

Sí fleiri greinar