Alt Mítt er títt
Sonja I. Jacobsen, 21.03.2016

Arvurin er tín, men hevur tú karakter?

 

Eivind Frøen vitjaði Kelduna í morgun. Í ár eru tað 42 ár síðani Eivind á fyrsta sinni vitjaði í Føroyum.

 

Sum so mangan fyrr, hevði Eivind ein kveikjandi, uppbyggjandi og áminnandi boðskap til trúgvandi eins væl og til tey, sum ikki enn hava kent kærleikan hjá okkara himmalska Faðir.

Og hettar er júst tað, sum Eivind tosaði um - Kennir tú Faðirin, og veitst tú um tann arv, Hann hevur til Síni børn?

 

Undir trælahaldinum í USA var ein trælur, sum í arvaskjalinum hjá harra sínum varð latin leysur, eftir at harri hansara var deyður. Ikki einans varð trælurin leyslatin, men hann arvaði samstundis harra sín – alt sum harrin hevði átt, fekk trælurin.

Sakførarin hjá harranum bar trælinum boðini um, at hann nú var ein fríur maður og ikki bert tað, hann var eisini vorðin ríkur. Men trælurin skilti tað ikki og helt áfram at liva, sum hann var vanur.

Maðurin doyði sum ein fátækur trælur, hóast hann í nógv ár bæði hevði verið ríkur og fríur.

 

Søgan, ið Eivind fortaldi, er ein mynd uppá, hvussu vit sum trúgvandi kunnu liva lív okkara. Vit eru ikki longur trælir undir synd og hava í Jesusi fingið arvarættindi.

Fyri at lýsa hettar betur, las Eivind líknislið um tann burturvilsta sonin.

Aloftast verður her tosað um tann sonin, sum varð burturvilstur. Men í veruleikan er talan um tríggjar synir – ella trý sløg av fólkum. Tann heimabúgvandi, tann burturvilsti og tann, sum vendi heimaftur.

 

Hjá tí heimabúgvandi soninum sá alt út til at vera í ordan. Hann hevði aldrin verið úti í heiminum og hevði altíð verið lýðin. Men tá ið tann burturvilsti sonurin vendi heim aftur til faðirin, kom tað til sjóndar, sum í hjartanum búði.

 

Hann segði við faðir sín: ”So mong ár havi eg nú tænt tær, og aldrin havi eg gjørt móti boðum tínum; mær hevur tú tó aldrin givið geitarlamb, so eg kundi stuttleika mær við vinum mínum” Luk. 15, 29

 

Faðir hansara svaraði honum: Barn! Tú ert altíð hjá mær, og alt mítt er títt” .

Hesin heimagangandi sonurin vitsti ikki, hvat ið var hansara. Hann hevði ikki tætt samfelag við pápa sín, og kendi ikki hvør hann sjálvur var – sonur og arvingi í húsi faðir síns.

 

Hettar minti ikki sørt um trælin, sum hevði fingið frælsi og peningin hjá harra sínum, men doyði uttan at hava traðkað inn í tað, sum harrin hevði givið honum.

 

Hesin stendur í andstøðu til tann burturvilsta sonin. Tann burturvilsti sonurin var eisini heima hjá faðir sínum, men hesin kendi støðu sína. Hann var arvingi og fór fram fyri faðir sín at móttaka arvin. Hann vitsti, at hann átti ríkidømi og kundi fara til pápa sín við umbøn síni.

 

Man kann samanbera hann við ein av Guds børnum sum veit, at Faðirin í himli er ríkur og gevur gjarna tí, sum biður. Man kann siga, at hann hevði fingið gávur og salvilsi og ynksti nú at brúka hettar.

 

Hesin sonurin fór út í heimin við arvi pápa síns, men hevði tó ikki karakterin til at bera tað salvilsi og tær gávur, sum hann hevði fingið. Gávurnar og salvilsið endaði við at blíva tað, sum fíggjaði vegin burtur frá faðirinum.

Eivind peikaði á tey mongu fólk, sum hava staðið í Guds ríkis tænastu, men síðani er fallin burtur frá Gudi.

 

Sært tú! andaligar gávur og salvilsi er ikki tað sama sum andaligheit. Tað er skjótt at blíva avhildin, tá ið tú hevur kraft, men trupulleikin er at varðveita kraftina, tá ið tú er vorðin avhildin. Sonurin, sum at byrja við hevði dirvi at fara fram fyri faðir sín, gleið burtur og endaði sum fráfallin.

 

At enda tosar Eivind um tann, sum vendi aftur til hús faðir síns. Hesin hevði rakt botnin og var bústaður hansara nú hjá svínunum. Hann mintist dagin, tá ið hann stóð framman fyri faðir sínum og við stórum dirvi bað um arvin.

Nú var støðan ein onnur. Fyrr hevði hann einans biðið gávur og salvilsi – nú var hægsta ynski hansara at vera tænari. Tey flestu munnu kenna tað sum síðani hendi - Sonurin vendi um og fór heimaftur.

 

Faðirin hevði bíðað eftir soni sínum. Hugsast kann, at hann á hvørjum degi fór út at hyggja, um hann mundi vera á vegnum heimaftur. Tá ið faðirin sá son sín langt burtur, rann hann móti honum og hálsfevndi hann.

 

Flestu okkara høvdu ivaleyst hildið, at sonurin nú ikki longur kundi fáa sonum tign sum áður. Ikki mátti hann setast í týðandi tænastu, men kundi hann koma heim, um hann helt seg stillan í eyðmjúkleika.

Faðirin gjørdi beint tað øvugta. Sonurin varð ikki gjørdur trælur, men varð aftur gjørdur sonur og arvingi í húsi faðirs síns.

 

Eivind endaði við at gera okkum greitt, at Gud ynskir veking og umvending. Tó er neyðugt at kenna, hvør støða okkara er í Gudi. Saman við hesum er eisini týdningarmikið, at røtur okkara fara djúpt, so at træið er ført fyri at bera tann ávøkst, sum Gud ynskir at lata vaksa.

 

Til seinast er týdningarmikið at tann heimagangandi sonurin hevur hjarta faðirsins. Hvat mundi hent, um tað var tann heimagangandi sonurin, sum møtti honum fyrst – hevði søgan fingið annan enda?

Mundi kritikkur og ringt eygnabrá rikið tann angrandi burtur heldur enn inn í armar faðir síns?

 

Møtið kann síggjast við at trýsta á HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Øyvind Bjerkenes

Sí fleiri greinar