Skatturin, ið gav nøgdsemi
Sonja I. Jacobsen, 18.03.2016

Tá ið ríkasti maður í síni samtíð John D. Rockefeller doyði, spudu fólk – Hvussu nógv mundi hann lata eftir seg? Advokatur hansara svaraði og segði: ALT!

 

Jonna Heinesen tosaði sunnumorgun um pening og um tað at vera ríkur í Harranum.

 

Hon legði út við atsiga søguna um ein mann, sum fann ein fjaldan skatt. Fyri at fáa hendur á skattinum, fór maðurin og seldi alt, ið hann átti, fyri at ogna sær jørðina, har skatturin lá fjaldur.

 

Søguna kenna vit úr líknilsinum hjá Jesusi í Matt. kap. 13.

44. Ríki Himmiríkis er líkt skatti, sum fjaldur lá í jørðini. Maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda skatt fór hann og seldi alt, ið hann átti, og keypti ta jørðina.

 

Á øðrum sinni lesa vit um mannin, sum hevði fingið stóran vinning av arbeiði sínum og vildi nú liva og njóta lívið.

 

Vit lesa í Luk. Kap. 12, 20-21

20. Men Gud segði við hann: "Dári tín! Hesa nátt verður tú kravdur eftir sál tíni; hvør skal tá eiga tað, ið tú hevur savnað!" 21. Soleiðis gongst honum, ið savnar sær skattir og er ikki ríkur í Gudi."

 

Til at liva krevst peningur og tað er skjótt, at peningurin fær so stóra rúmd hjá okkum, at tað, sum hevur veruligt virði, dettur burtur ímillum. Tað er so skjótt fáa kærleika til peningin og at seta sítt álit á sína inntøku. Vit mugu ikki gloyma, at tað er signing frá Gudi at hava nóg mikið. Peningur er ein signing, men peningakærleikin hevur bann við sær. Hava vit í vesturheiminum, við kærleika til peningin, vent signing Guds til bann?

 

Spurningurin, ið varð settur advokatinum hjá Rockefeller, hevði eitt ávíst virði, um ikki annað, so var tað forvitnisligt. Tó er spurningurin, hvat ið vit fara at lata eftir okkum, ikki eins týdningarmikil, sum spurningurin um, hvat fara vit at fáa við okkum?

 

Einki av tí, sum vit hava savnað her á jørðini, fáa vit við í ævinleikan. Men tær sálirnar, sum vit hava vunnið fyri Jesus, tær fáa vit við okkum. Og tann peningur, sum verður sáddur inn í Guds ríkis arbeiði, verður settur inn á konto í himli.  Jesus sjálvur eggjar til hettar í Luk. kap 12, 33-34

 

33. Seljið tað, sum tit eiga, og gevið olmussu! Gerið tykkum pungar, ið ikki slítast, skatt í Himli, sum ikki verður uppi, har eingin tjóvur sleppur at, og eingin mølur etur! 34.Tí har sum skattur tykkara er, verður hjarta tykkara við.

 

Á møtinum hevði Alice Frederiksberg eisini eitt orð, sum eggjaði áhoyraran til rannsakan í ljósinum av orði Guds. Talan legði upp til, at vit steðga á eina løtu og lata Guds orð royna okkum.

 

1. Tim. kap 6, 6

6. Ja, saman við nøgdsemi er gudsóttin stórur vinningur!

 

Bíblian eggjar til nøgdsemi, men í tí dagliga er lætt at lata ónøgdsemi stýra lívi okkara. Tað, sum vit lesa, hoyra og síggja, ávirkar okkum og kann skeikla tær vónir, sum vit hava til lívið.  Glansmyndir við uttanlandsferðum og tilboðsbløð við forbrúksvørum draga okkum og kann stjala gleðina frá okkum. Men standa hesar vónir í mát við tað, sum vit hava fingið litið upp í hendur?

 

Við hesum áminnir Paulus Timoteus í 1. Tim. 6, 11

11. Men tú, maður Guds, flýggja frá hesum! Stevn eftir rættvísi, gudsótta, trúgv, kærleika, toli, spakføri

 

Hvat ynskja vit skal ávirka okkum og børn okkara? Hvat ynskja vit skal mynda okkara heim? Er tað ónøgdsemi og gremjan, ella er tað nøgdsemi og Gudsótti? Hvussu eru raðfestingarnar í lívi okkara?

 

Tað kann vera sunt onkuntíð at gera eitt hugarok og rannsaka seg sjálvan. Hettar kann vera ein háttur at seta ljós á tað í lívi okkara, sum vit fegin vilja broyta. Meðan vit seta ljós á, so kunnu vit biðja Gud um at hjálpa okkum at vaksa.

 

Guð ynskir at arbeiða við okkum, og at vit uppliva at vera fylt við Honum dagliga. At vit ikki seta álit okkara á tað, sum forferst, men at vit byggja okkara lív á Hann.

 

Rom. 8, 28  

Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.

 

Sálm 37, 4-5

4. Og gleð teg í HARRANUM - so gevur Hann tær tað, ið hjarta títt tráar eftir! 5. Gev HARRANUM veg tín í hond, lít á Hann! Hann skal gera tað!

 

Møtið kann síggjast við at trýsta á HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Øyvind Bjerkenes

Sí fleiri greinar