Fyri eina slíka tíð sum hesa!
Sonja I. Jacobsen, 23.02.2016

Mordokai segði hesi við Ester, ”Og hvør veit, um tað ikki júst var fyri slíka tíð sum hesa, tú komst at sita sum drotning?" Ester 4: 14.

 

Á morgunmøtinum sunnumorgun vóru tað fólk frá 45 + leguni, sum luttóku. Tey høvdu eisini Awake-ungdómsmøtið kvøldið fyri.

 

Eftir eina framúr legu, sum var hildin í Kelduni fyri 45+ í vikuskiftinum, okkara hetjum í samkomuni, endaði hettar vikuskiftið við, at tey høvdu ábyrgdina av møtinum sunnumorgunin. Tey høvdu eisini bjóðað Oasubrøðrunum at syngja.

Á møtinum tosaðu Rannvá Royðutoft og Lissi Hansen um Ester.

 

Rannvá

Hvat er tað fyri tíð, sum Ester livdi í, og hvat er tað fyri tíð, vit liva í dag, hvat er tað fyri tíð, sum Føroyar er í?

Latið okkum standa saman í bøn og heysa flaggið á fulla stong, tað nyttar ikki at vera neutralur.

 

Rannvá kom inn á innleiðingina til Esterbók og tosaði um, tá Ester bleiv útvald til drotning av konginum. Hon nevndi at kongurin í landinum, har sum Ester búði, var gávumildur og stórur, ein ríkur maður.  

 

Kongurin í landinum valdi sær ein mann, sum hann gjørdi stóran, tað var Haman. Haman vildi, at øll skuldu lúta og tilbiðja hann.  Mordokai var úr Judea, hann var leiddur inn í hettar land, har sum hesin Kongur var. Mordokai var ein Gudsmaður. Hann vildi ikki boyggja seg fyri Haman og tilbiðja hann.

 

Mótstøðan reisir seg, og Haman gerst óður, vil drepa Mordokai og allar jødarnir, ikki bert jødarnar, men eisini tey kristnu. Hvussu er í dag, hvør er tað, sum verður forfylgdur í dag, jú, tað eru jødarnir og tey kristnu. Mordokai var ein mynd uppá Jesus, hann reisti seg og stóð upp ímóti Háman.

 

Her er tað, at Ester kemur inn í myndina. Kongurin velur Ester út til Drotning. Ester goymdi uppá, at hon var vald út til drotning. Mordokai segði við Ester, tig ikki, heysa reint flagg og á fulla stong, vit eru eitt fólk, tú sleppur ikki undan, men hvør veit, um tað ikki er fyri hesa somu stund, at tú ert komin til drotningtignina? Mordokai hugsaði, at tað var ein meining við Ester, at hon fyri eina slíka tíð sum hesa, var útvald til nakað týðandi. Kampurin hjá Ester er ein mynd uppá, tá Jesus kempaði í Getsamane fyri okkum.

 

Tað dugir ikki at verða neutralur í dag, vit mugu reisa okkum og standa saman. Ágangur er, men lat okkum biðja, serliga fyri okkara yngra ættarliði.

 

Lissi

Lissi kom inn á týdningin og kampin, sum Ester hevði. Hon undirvísti eisini um, hvør Ester var.

 

Ester var fosturbarn hjá Mordokai, hon var persisk drotning og giftsist við kongi, sum ráddi í 127 londum, hettar var eitt fantastiskt og stórt ríki, sum hon ráddi í. Tað var ár 486-465 áðrenn Jesus.

 

Kongur var betri við Ester enn allar hinar kvinnurnar, Ester 2:17.  Hon vann náði og yndi fyri konginum. Náði merkir ein guddommilg ávirkan. Kongurin segði, um tað so var helvtina av ríkinum, hon vildi hava, so skuldi hon fáa tað. Ester vildi heldur hava hann við til veitslu.

 

Ester var kroyst, deyðadómur var sagdur um jødarnar.

 

Haman var eisini boðin í veitslu, og hann hevði fyrireikað ein gálga, har hann hevði ætlanir um, at Mordodai skuldi lata lív.

 

Tá Ester og kongurin sita til borðs í veitsluni, sigur hon við kongin, at Haman hevði gjørt av, at hennara fólk, jødarnir skuldu doyggja. Kongur bleiv ógvuliga óður og drap Háman í gáglanum, sum Mordokai skuldi doyggja í.

 

Ester fekk kongin at venda deyðadómi til lív aftur. Hon var sett til eina slíka tíð av Gudi.

 

Soleiðis er eisini í dag. Einki er ov trupult fyri Jesus, tí Hann hevur upplivað alt, og vit kunnu koma fram fyri Hann við dirvi, fram fyri Guds náðitrónu, og leggja okkum og okkara bøn fram fyri Hann, at Hansara guddómmliga kraft ávirkar til røttu tíð.

 

Møtið sæst á Netvarpinum HER

 

Myndir frá leygarkvøldi síggjast HER

 

Myndir frá sunnumorgni síggjast HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

Sí fleiri greinar