Tann burturvilsti sonurin og sonurin, ið var eftir hjá pápanum
Sonja I. Jacobsen, 23.02.2016

Tann burturvislti sonurin

Flest øll kenna søguna um tann burturvilsta sonin. Hvussu sonurin bað um alla sína ogn frá pápa sínum, fór út og spilti hana burtur. Vendi síðani heim aftur til pápa sín við ringari samvitsku, men var skelkaður, tí pápin kom rennandi við fevanandi ørmum, tí sonurin hevði vent við.

 

Eg eri mangan komin fram fyri Guð við følilsi av skomm og skitinleika, men hvørjaferð eg eri komin til Hann, hevur Hann “tikið meg upp” og klemmað meg nakað so fast. Eg leggi meg sjálvan fullkomiliga niður og verið fullkomiliga fyltur av Guði.
“Tá knø míni raka jørðina, nemi eg við skýggini”.

 

Sonurin, ið var eftir hjá pápanum
Eg havi ofta følt meg sum sonin, ið hevur verið eftir hjá pápnum. Hann, sum gjørdi eftir boðunum hjá pápanum og royndi sítt fyri at síggjast sum ein góður sonur.

 

Eg havi nú eftir hondini verið hjá pápanum í eina tíð, men eg havi mist leiðina so ofta.

 

Eg havi bara hugsað um garðin rundan um havan. Havi roynt at málað hann fleiri ferðir, so at hann sær gott út, men málingin dettur av hvørja ferð, eg havi málað hann, sum ger, at garðurin sær sprekkuttur út aftur, men eisini flekkutur. Meðan eg havi hugsað um, hvussu eg skal fáa hendan garðin at síggja gott út, havi eg gloymt havan. Alt tað flotta, sum kann vaksa so vakurt, um tað verður sáað.


Í endanum á Lukas kap. 15, vers 31, sigur pápin soleiðis við sonin, ið var eftir hjá pápanum: “Barn, tú ert altíð hjá mær, og alt mítt er títt”.

 

“Tak garðin niður, sáa havan og lat hann blomstra”.

 

Vit eru Systkin
Tað seinasta versið “Lukas kap 15:32” sigur: “men nú eiga vit at vera (fró og glað); tí hesin bróður var deyður og er vorðin livandi, var mistur og er funnin”.


Í dag er ein savnaður, sum eitur “Vit eru systkin”. Tað er ein samling, har “øll” kunnu møstast og verða systkin í Guði. Har ein altíð følir seg vælkomnan, elskaðan, umfevndan og virdan. Fólk eru ómetaliga fró og glað, tá ein vendur við, líka sum í líknilsinum, líka sum sonurin eigur at vera, sum var saman við pápanum.


Kjarnan í “Vit eru systkin” felagsskapinum, er fylt við yvirflóð av Guðs kærleika, sum mong føla og vita fer at røkka langt út um garðarnar í føroyska havanum.


“Á knæ vit sáa og bera Andans vøkstur í yvirflóð frá hava til hava”

 

Skrivað hevur Ari Langgaard

Sí fleiri greinar