Vit hava brúk fyri tykkara stuðli
Sonja I. Jacobsen, 07.02.2016

Á møtinum í Kelduni sunnudagin 31. januar var evnið ”Frískúlin Kelan”. Tað vóru Jastrid Høj og Annika Høj, sum greiddu frá visjónini aftanfyri frískúlan, og um hvørjar avbjóðingar standa fyri framman.

 

Jastrid tók útgangasstøði í frásøgnini um, tá Jesus bað lærusveinarnar seta gørnini út aftur.

 

”Hann bað teir gera nakað, sum var ólogiskt,” segði hon, ”tí teir áttu ikki at fáa nakað í gørnini um dagin. Men kortini fingu teir so nógv, at teir vóru noyddir at rópa á ein annan bát fyri at fáa hjálp.”

 

Eitt ólogiskt kall

”Jesus kann tala vón, lív og trúgv inn í støðuna, sum tú ert í,” segði Jastrid. Her vísti hon á frískúlan, sum í roynd og veru var eitt ólogiskt kall.

 

”Tað er ólogiskt at stovna ein frískúla í eini bygd, har tað bara búgva eini 60 fólk. Vit byrjaðu við 19 børnum í 2010, og nú eru 95 børn í skúlanum, og talið veksur,” segði hon.

 

Okkara felags visjón

Visjónin um frískúlan er ikki visjónin hjá nøkrum fáum, men visjónin hjá allari samkomuni.

 

”Tann lítla visjónin er blivin so stór, at vit føla, at báturin er við at søkka, segði Jastrid. ”Vit mugu rópa á aðrar bátar um hjálp,” segði hon.

 

Hon undirstrikaði samstundis, at samkoman hevur higartil gjørt eitt gott arbeiði millum annað í sambandi við byggingina. ”Men vit hava framvegis brúk fyri tykkara stuðli,” segði hon.

 

Gud hevur eina ætlan við hvørjum barni

Annika Høj legði í hennara talu dent á, at hóast øll børn hava eitt viðføri av bæði góðum og ringum upplivingum, so hevur Gud eina ætlan við hvørjum einstøkum barni.

 

”Børnini eru ikki fullkomin, og tey eru nógv her á skúlanum. Tað er ein avbjóðing, og vit hava brúk fyri tykkara forbøn,” segði hon.

 

Annika vísti á frásøgnina um, tá Ísraels fólk gingu tvørtur um Reyðahavið.

 

”Tað var Gud, sum gjørdi undrið við at skilja havið. At ganga tvørturum var ikki eitt undur. Her hevur Gud longu gjørt eitt undur, - so gang!” segði hon.

 

Skipa fyri forbøn

Tá Jastrid og Annika vóru lidnar, segði Jónhard Frederiksberg, limur í skúlastýrinum, at 27. februar verður skipað fyri bønarmøti fyri skúlanum.

 

Møtið endaði við, at biðið var fyri starvsfólkunum á skúlanum.

 

Annað, sum hendi á møtinum

Maria á Boðanesi leiddi lovsangin, og Pauli Høj leiddi møtið. Biðið varð í byrjanini av møtinum fyri familjum, sum høvdu mist, og eisini varð biðið fyri einum sjúkum barni.

 

Barnavælsignilsi var eisini á skránni. Tað var Mirjam Vinjardsdóttir Johansen (dóttir Vinjard og Ann Mari Johansen), sum bleiv vælsignað.

 

Sólfríð Heinesen lýsti við eini legu fyri teimum tilkomnu, og hon segði í tí sambandinum nøkur orð um sámannin.

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar