Veking!
Sonja I. Jacobsen, 24.01.2016

Í fyrra av tveimum møtum sunnudagin 24. januar hevði Michael Brown ein boðskap um veking. Hann tók støði í Matteus 13, 45-46, har Jesus tosar um líknilsið um keypmannin, sum seldi alt fyri at fáa fatur á einari perlu, hann hevði funnið.

 

Brown heldur, at vit ofta síggja veking sum nakað, sum virkar í nógvum í senn, har veruleikin er, at vekingin byggir á okkara persónliga samband við Gud. Tað hevur alt at siga, hvussu vit sum einstaklingar hava tað við Gud og sum úrslit av tí, kunna vit uppliva, at ein veking gerst nakað, sum breiðir seg til onnur.

 

Brown sjálvur var ein av leiðarunum í stóru vekingini, sum gekk fyri seg í Brownsville í Pensacola, Florida frá 1995-2000. Fólk úr meira enn 130 londum komu har, fyri at síggja hvat hendi har. Tann vekingin var serlig, tí hon gjørdist so international. Ein veking í Føroyum hevði óivað komið at líkst meira øðrum vekingum, sum hava verið í smærri samfeløgum sum Hebridunum og í Wales, har fólk ikki eru so mobil, sum tey eru í USA.

 

Eitt annað skriftstað, sum var grundleggjandi fyri boðskapin hjá Michael Brown, er Opinberingin 3, 2-3, har Gud átalar samkomuna í Efesus fyri at vera farin frá sínum fyrsta kærleika. Gud vil hava, at Hann er fyrsti kærleikin hjá okkum og leingist eftir at hava samband við okkum. Samfelagið við Hann er tað, sum Gud setur hægst.

Dømir eru um tað í lívinum hjá Jesusi. M.a. hevði Hann longst eftir at eta kvøldmáltíðina saman við lærusveinunum, og Hann kallar eisini lærusveinarnar fyri vinir í Jóhannes 15. Gud skapti okkum til Hansara æru, men eisini fyri at hava samfelag við Hann.

 

Brown brúkti sítt egna lív sum dømi, um hvussu nógv tingini kunna broytast. Hann var sum ungur drongur rúsevnismisnýtari og rokktónleikari, sum elskaði tann lívsstílin. Hann varð frelstur, tá hann var 16 ár og segði alt frá sær, sum hann hevði sett stóran prís uppá áðrenn og hevur síðani tænt Gudi. Við orðunum úr Matteus 13, so seldi hann alt fyri at fáa dýrabaru perluna.

 

Møtið sæst á Netvarpinum HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Erland Tvørfoss

Sí fleiri greinar