Lívið er ikki ein glansmynd
Sonja I. Jacobsen, 26.01.2016

Tá ið eg havi hugt eftir einum filmi, merki eg, at kenslurnar hjá mær eru ávirkaðar av tí, sum eg sá. Mítt sinni fær eina mynd av, at veruleikin eigur at vera romantiskur. Eg kundi roynt hetta og fari á eina hugnaliga café ella ein gongutúr, men eg finni ikki somu kenslur aftur. Ein gongutúrur í kavanum er hugnaligt, men onkursvegna er hann hugnaligari á løriftinum.

 

Eg hugsi um, hvussu nógv filmar, myndir og annað ávirka okkara kenslur negativt. Tær ávirka okkum negativt, tí at veruleikin er ein annar. Ikki tí at veruleikin er ringur, men hann er ikki ein dreymur.

 

Í dag eru vit eisini ógvuliga nógv ávirkaði av sosialu miðlunum. Á Facebook og Instagram sær alt so perfekt út. Eingin mynd er skeivt tikin, og einans tað besta av okkum verður víst fram.

 

Í Ápostalasøguni kapitul 17 lesa vit um, at Paulus á síni missiónsferð kemur til býin Athen. Athen var býurin, har tingini hendu tá á døgum.

 

Meðan Paulus tá bíðaði eftir teimum í Aten, harmaðist andi hansara í honum, táið hann sá, at býurin var fullur av avgudum.” – Ápostlasøgan 17:16

 

Í okkara døgum avmyndar Athen alt tað, ið ávirkar okkum av hesum heimi. Um fólkið í Athen stendur eisini skrivað:

“- Øll í Aten og hini fremmandu, ið har vóru, góvu sær ikki stundir til annað enn at siga ella hoyra nýtt.” – Ápostlasøgan 17:21

 

Tað áhugaverda er, at tað vóru ikki einans íbúgvarnir í Athen, sum gjørdust ávirkaðir, men eisini tey fremmandu í Athen. Íbúgvarnir í Athen avmynda tey vantrúgvandi í heiminum í dag. Tey fremmandu í Athen avmynda hinvegin tey trúgvandi. Bíblian tosar um, at vit, ið eru trúgvandi, eru fremmand og útlendingar í hesum heimi – Hebrearabrævið 11:13.

 

Tað er so øgiliga skjótt, at ávirkanin av hesum heimi gerst ein avgudadýrkan fyri okkum. Bíblian ávarar okkum trúgvandi um at flýggja frá avgudadýrkan.

 

Flýggið tí avgudadýrkanina, elskaðu míni!” – 1. Korintbræv 14:10

 

Børn míni! Varðið tykkum fyri avgudunum!” – 1. Jóhannesarbræv 5:21

 

Lata vit okkum hinvegin ávirka av Orði og Anda Guds, so er tað, sum vit hyggja í eitt spegl. Vit síggja ikki eina óveruliga ævintýrverð, men ta sonnu myndina av Jesusi, sum ávirkar okkum positivt.

 

Og alle vi, som med utilsløret ansigt i et spejl skuer Herrens herlighed, forvandles efter det billede, vi skuer, fra herlighed til herlighed, sådan som det sker ved den Herre, som Ånden er.” – 2. Korintbræv 3:18

 

Úrslitið av at hyggja eftir Jesusi er ikki ein glansmynd, ið vit kunnu leggja út á Instagram ella Facebook, men er ein umbroyting, ið Jesus ger, so at vit koma at líkjast Jesusi meir og meir.

 

Tí skal mín áheitan vera, at vit mugu ansa okkum og nýta tíðina til heldur at hyggja og lurta eftir Jesusi.

 

Skrivað hevur Selma Olsen

Sí fleiri greinar