Hann gav okkum kraftina til at gera verkið
Sonja I. Jacobsen, 20.01.2016

Eins og við bilinum, sum ikki kann koyra uttan motorin, so er eisini við okkum, vit hava brúk fyri Heilaga Andanum til at gera verkið.

 

Á morgunmøtinum sunnumorgunin talaði Ólavur Jacobsen um Heilaga Andan og kraftina.

 

Ólavur tosaði út frá: Luk: 24, 46-53, at lærusveinarnir skuldu bíða, og her nevndi hann um vers 49: “Og Eg sendi yvir tykkum tað, sum Faðir Mín hevur lovað; men tit skulu verða í staðnum, inntil tit verða latnir í kraft av hæddini”

Ólavur tosaði eisini út frá Apostlasøguni, 1, 4-8 um dópin í Andanum og kraftina í Andanum, at lærusveinarnir skuldu bíða við at gera verkið, til teir vóru fyltir við Heilaga Andanum og verða vitni um alla jørðina. Í Apostlasøguni 1,13-15 hildu tey á í sama huga í einleika og vóru áhaldandi í bønini.

 

Gud hevur kallað okkum til eitt verk, sum vit í okkum sjálvum ikki kunnu gera uttan kraftina frá Heilaga Andanum.

 

Efesus: 3, 20. Vit skulu vera ein kraftmiðdepil. Hann er mentur til at gera langt út um alt tað, sum vit skilja, Hann ger tað eftir kraftini, sum í okkum er.

Gud hevur kallað okkum til at vera vitni. Vit verða doypt í Andanum, og tá Heilagi Andin kemur yvir okkum, so ger hann okkum til vitni.

 

Tað er ikki spurningur um at fáa Gud til at hella Andan út, tí tað gjørdi Hann á Hvítusunnu, men vit mugu tráa eftir Honum, eins og í Apostlasøguni kapittul 2, har tey vóru biðjandi og bíðaðu og vóru tyst eftir Andanum.

 

Lærusveinarnir hjá Jesusi høvdu verið á tí besta bíbliuskúlanum, sum ein kann vera á - teir fylgdust við Jesusi. Teir høvdu sæð Hann gjørt undir og tekin og høvdu lurtað eftir Honum og Hansara læru, men Jesus segði við teir, at teir skuldu ongan veg fara, fyrr enn teir vóru fyltir av Heilaga Andanum....

 

Ólavur nevndi eisini um 3 ting, sum henda, tá vit verða fylt við Heilaga Andanum:

 

  • Dirvi – Lærusveinarnir fingu dirvi og fóru alment út, tí Heilagi Andin broytti teir.
  • Vit fáa ein eld – ein innara eld, vit skulu vera brennandi í Andanum, og tað kemur, tá tú ert fyltur við Heilaga Andanum.
  • Fyltur við gleði og Heilaga Andanum, sjálvt tá teir vóru forfylgdir.

 

Tú kanska bleiv fyltur av Andanum fyri nógvum árum síðani, men tú heldur, at tú ikki ert so brennandi longur. Í dag kanst tú verða fyltur av nýggjum......

 

Myndir av møtinum síggjast HER

 

Møti kann síggjast HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

 

Sí fleiri greinar