Stuðulsdagur í Lindini
Sonja I. Jacobsen, 20.01.2016

Tíðindaskriv frá Lindini:
Niðri í Rættará, í Østrøm, hevur Lindin øðrvísi stuðulsdag komandi leygardag, 23. januar.

Eins og á stuðulsdegnum í 2014, verða beinleiðis samrøður millum gestir og útvarpsvertir í glasaðum ljóðrúmi. Ímillum ymsu skiftini koma bólkar og einstaklingar at framføra livandi tónleik‚ m.a. Heðin Askham‚ Systrar‚ Terje Vestergaard og Lisa Frederiksberg‚ Olvheðin Jacobsen‚ Gentukórið í Meinigheitshúsinum og Oddbjørg Poulsen.

Ígjøgnum allan dagin verður kaffi, te og leskidrykkur saman við onkrum til ábit. Roknað verður við at mong nýta høvi at støkka inn á gólvið til eygleiðing og prát á stuðulsdegnum hjá Lindini niðri í Østrøm. Ein uppboðssøla yvir málningar, ið kendu listamálararnir Eyðun av Reyni, Hilmar Højgaard, Astrid Mouritsen, Poul Skarðenni, Finnleif Mortensen, Eli Smith, Sámal Toftanes hava latið til tiltakið, verður skipað seinni út á kvøldið. Eisini verða nógvir og fjølbroyttir vinningar útlutaðir ímillum ymsu tiltøkini. Hugvekjandi barnatiltak, ið burturav skal mynda eina serliga løtu til børnini, verður miðskeiðis á degnum við BUBU og Ásbjørn Berthelsen og Absalon Áargarð. Vit enda dagin við einum høvuðsvinningi, ið Christian í Grótinum hevur latið til Lindina á stuðulsdegnum. Hepni vinnarin kann púra frítt velja sína ferð út í heim frá Fonn Flog, virði er 25.000 krónur.

 

Lindin byrjaði virksemi 21. januar í 2000, og eru nú 16 ár liðin síðani fyrsta sendingin varð útvarpað. Í dag røkkur sendinetið hvønn einasta tíma í vikuni, meira enn 90% av Føroya fólki. Frá fyrsta sendidegi av, hava trúgvir stuðlar og afturvendandi stuðulsdagar fíggja allan raksturin av Lindini. Hesin er árliga áleið 1,6 milliónir krónur, og umleið 50 fólk eru onkursvegna beinleiðis virkin og vara av í Lindini. Av hesum eru nógv tey flestu sjálvboðin og ólønt.

 

So, niðri í Østrøm í Rættará, komandi leygardag 23. januar frá klokkan 13:00 til 23:00 leggja vit upp til ein stuðulsdag við serligum dámi og nógvum hugaligum upplivingum.

Høvið verður hjá lurtarum at tekna seg sum stuðul hjá Lindini, hækka stuðulin ella lat eina gávu. Hetta kann gerast á heimasíðuni www.lindin.fo ella við at ringja til Lindina sama dag, har fólk verður at taka telefonina. Tlf. 321377 og SMS 521377.

 

Vit ið varða av Lindini ynskja við hesum stuðulsdegnum at takka fyri ómetaligan og afturvendandi trúfastan stuðul gjøgnum árini og heita á teg, saman við okkum, at vera við á ferðini víðari. Eisini fara vit at nýta høvi til at bjóða nýggjum stuðlum at vera vælkomnum við. Latið okkum øll, saman, vera um tað at stuðla Lindini. Ja, latið okkum saman, framhaldandi, vera um tað at røkka út við evangeliinum, boðskapinum um Jesus Kristus.

Sí fleiri greinar