At hoyra til
Sonja I. Jacobsen, 12.01.2016

“Latið okkum tí, eftir sum okkum ber til, gera øllum gott, og fyrst og

fremst teimum, sum hoyra til húshald trúarinnar!” Gal 6.10

 

Á morgunmøtinum sunnumorgunin talaði Pauli Høj um hetta ‘at hoyra til’.

 

Tað ger nakað við okkara samleika ‘at hoyra til’... eina familju, vinir,

arbeiðspláss, ítróttafelag, ítriv, politiskan flokk, land, bygd ella samkomu.

 

Pauli vísti á eitt dømi í Ísrael, har fólkið kendi seg ikki at hoyra til, rótleys og uppgevandi.

 

Einaferð umleið 594 fyri Kristi føðing var støðan fyri Ísrael/Juda sera torfør, tey vóru fráfallin og herleidd til fremmant land. Til Bábels, eitt land har tey tilbóðu aðrar gudar. Og øll hesi longdust eftir aftur at koma heimaftur, nær fór teirra útfríing at koma?

So mitt í hesum steig ein profetur fram, Hananja, og hann profeteraði nakað, sum fólkið longdist eftir at hoyra.

 

Jer: 2-4

 

"So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Eg havi brotið sundur ok bábelskongs! Um tvey ár lati Eg koma aftur higar øll íløtini úr húsi HARRANS, sum Nebukadnezar kongur í Bábel flutti burt hiðani og fór til Bábel við. Og Jekonja judakong, son Jójakim, og øll hini herleiddu úr Juda - tey, sum komin eru til Bábel - lati Eg koma aftur higar - sigur HARRIN - tí Eg skal bróta sundur ok bábelskongs."

 

Men her var bara ein trupulleiki, tað var ikki Harrin, sum hevði talað ígjøgnum Hananja.

Har lá eingin inspirasjón frá Gudi aftanfyri orðini hjá profetinum, men teimum dámdi at hoyra tað.

 

Fyltur av Guds Anda, kom Guds profetur, sum segði nakað heilt annað:

 

Jer 28:15

“Síðani segði Jeremias profetur við Hananja profet: "Hoyr, Hananja! HARRIN hevur ikki sent teg, og tú hevur fingið hetta fólk at seta álit sítt á lygn.”

 

Tey skuldu verða har í 70 ár (jer. 29:10), ein heilan mansaldur í Bábel.. og tí kom Jeremias við einum heilt øðrum boðskapi til fólkið, sum samsvaraði við hvussu leingi tey skuldu vera har.

Jer 29:5-7

Byggið hús og búgvið í teimum, plantið urtagarðar og etið ávøkst teirra!

6. takið tykkum konur og fáið synir og døtur, takið sonum tykkara konur og giftið døtur tykkara burtur, so tær kunnu fáa synir og døtur. Nørist har, fækkist ikki!

 

7. Latið liggja tykkum á hjarta, at tí býi gongst væl, sum Eg havi herleitt tykkum til - biðið til HARRAN fyri honum! Tí táið honum gongst væl, gongst tykkum væl.

 

Og júst hesin boðskapur talar beint inní okkara tí 2016, 2500 ár aftaná.

 

Sum kristin eru vit eisini í útlegd í fremmandum landi. Hetta er jú tað sama, vit gera sum samkoma/leiðsla, vit vilja so fegin byggja tað fullkomna, har vit so eru menniskju sum eru brotin, kenna alt tað vit mangla, og so møta vit heiminum, tað antikristiliga, sekulerað, sum vil køva….

Tí mugu vit verða forenkrað, føst, avgjørd, har vit halda fast um prinsippir og vanar, at halda fast í kallinum og uppgávunum og eitt langsiktað yvirgevilsi.

 

Her verður nomið við at verða rótleysur, ..ikki plantaður

Og her hava vit Sálmin 137:4 - Hvussu kunnu vit syngja songir HARRANS í fremmandum landi!  Boney M, ‘by the river of Babylon… hvussu kunna vit syngja sigursang til Harran í einum fremmandu landi, har tey vóru í útlegd

 

Tað var her Hananja leyg í profetiinum, og um tey lurtaðu eftir honum, blivu tey eitt fólk sum ‘setti á pausu’, set seg niður at bíða eftir bussinum til heimlandið. Tey høvdu hvørki verði ljós ella salt, Bábel hevði sæð akkurát líka út aftaná.

 

Her kom Jeremia við einum Orði frá Harranum, sum eggjaði fólkið til ein heilt annan hugburð til teirra Babylon, har tey vóru í útlegd.

 

Bygg hús v.5

At verða nærverandi á tí plássi, tú nú ert, í kallinum. Yvirgev teg til tankan, at tú blívur verðandi leingi. Flyt inn í uppgávuna og lat tað verða títt fasta pláss, ikki eitt hotellkamar, sum tú ikki dámar og vil sleppa vekk frá.

 

Dyrka lendið, so tað ber ávøkst

Planta urtagarð, set niður, so tú kanst eta ávøkstin. Vit muga geva okkum tíð til hetta, tí má hetta eisini leggjast til rættis. Liv her og nú í tínum kalli/tænastu, sum um tú skuldi verði har restina av lívinum

 

Nørist og gerist fleiri

Traðkið inn í uppgávuna, tak ábyrgd, lat tína hugsjón vaksa, droym størri dreymar rundan um títt øki, tað ið tú skal gera ella byggja.

 

Boðskapurin til tey herleiddu er krystalklárur, hvat tey skuldu gera í Bábylon, sum eisini er fyri okkum leiðarar ídag…. Vit mugu pakka út kuffertið, vit mugu verða nærverðandi, yvirgeva okkum til nakað, sum er langsiktað.

 

Tað er ikki fyri enn vit byrja at byggja okkara egna fasta hús, at vit byrja at liva og tæna í einari uppgávu, sum blívur okkara lívskall… tað er her arbeiðsgleðin kemur inn, og tá forloysist ofta bæði kreativitetur, salvisi frá Anda Guds, og vit blíva úthaldin.

 

2. Pæt 1:10 Leggið tykkum tí enn meiri eina við, brøður, at gera kall og útveljing tykkara føst! Táið tit gera hetta, skulu tit aldri snáva;

 

Mynd av kufferti

Joakim Lundquist sigur, at hann altíð pakkar sítt kuffert út, tá hann ferðast og skal tæna onkustaðni, bara fyri at markera, at her vil hann tæna fult út.

 

Tá tú avger/setur tær fyri.. røturnar fara niður,  tá vit byrja at pakka upp og yvirgeva okkum til kallið, fáa vit kraft, motivasjón, eisini til at møta avbjóðingum…

 

At verða rótleysur

Tað er ein mangul uppá langtsiktað yvirgevilsi í dag, á sama hátt sum Gud talaði ígjøgnum Jeremia til ta tíðina… kanska er mangulin enn størri í dag.  Tí tað, sum eyðmerkir okkara tíð, er trúloysi, fólk vilja bara lova seg til nakað eina stutta tíð, øll renna runt eftir tí, sum sær mest spennandi út her og nú.

 

Tí hevur samkoman brúk fyri leiðarum, sum skapa ein mótkultur ímóti tíðarandanum. Leiðarar, ið tora at leggja ætlanir, sum vara í ættarlið. Næsta ættarlið kemur ongantíð at bróta ígjøgnum fyri Guds ríki, um tey ikki læra at pakka út kuffertið og byggja sítt hús… her mugu vit vera fyrimyndir, ið ‘hoyra til’ húshald trúarinnar.

 

Møtið sæst á Netvarpinum HER

 

Skrivað hevur Djóni á Boðanesi

Sí fleiri greinar