Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni
Sonja I. Jacobsen, 12.01.2016

Vit hava hildið jól og nýggjár og skriva nú 2016. Eitt ár er farið aftur um bak. Vit hava hugnað okkum við øllum góðum av Harrans hond, familjan hevur verið saman, gávur eru pakkaðar upp, og børnini hava glett seg at síggja, hvat var í pakkunum. Vit hava eisini sungið jólini inn, ein sera góð løta við nógvum fólki og góðum sangi – takk fyri tað.

 

Hvussu var við barninum í krubbuni? Hava vit hoyrt nakað av tí, hirðarnir hoyrdu, ella nakað av tí, sum Maria og Jósef fingu at uppliva, einglar og einglasong av himmalskum herskarum!

 

Eg vil fortelja frá einum túri í Danmark. Eg gisti á hotel Hebron í Keypmannahavn, veðrið var av tí besta, so eg fór ein gongutúr. Hevði gingið eina løtu, komi har sum nógvar motorsúkklur og fólk eru, hoyri, at teir eru nokkso mælskir og ganga út og inn í eitt høli inn av gøtuni. Eg gangi víðari eftir gongubreytini, ímillum súkklur og fólk, tað sær út til, at teir ikki leggja meg til merkis. Komin nakað víðari, gongur ein persónur við mína vinstru lið, hann sigur við meg ”tá tú vendir aftur, skalt tú ikki ganga sama veg”, eg vendi mær á, skal spyrja hví! Men eg síggi ongan. Eg bleiv eitt sindur illa við, men hugsaði, at hetta var ein ávaring, og eg gjørdi, sum hesin persónur hevði sagt. Komin inn á hotellið, hugsaði eg meira um hetta - hvør var hesin persónur? Jú, hetta mátti vera eitt Guds sendiboð. Henda hending hevur mangan komið fram fyri meg síðani, hetta var ein eingil, ið ávaraði meg, eri eg vísur í.

 

Vit kunnu lesa í Bíbliuni um einglavitjan og ávaringar. Vit hava hoyrt ”tykkum er í dag ein frelsari føddur”, ja, hann vaks upp og virkaði á jørðini, kunngjørdi um himniríkið og segði ”vendið um, himniríkið er nær”. Hann gjørdi undur og tekin, grøddi, loysti menniskju frá satans bondum og segði ”gerið tit hetta, tí tit eru lærisveinar Mínir, trúgvið á Gud og trúgvið á Meg við”. Hann gekk allan vegin, bleiv krossfestur, doyði og varð jarðaður, reis uppaftur triðja dagin, situr við Faðirsins høgru hond og kemur aftur at heinta Síni. Hann rópti á krossinum ”tað er fullgjørt”. Hetta var fyri meg og teg, alt er gjørt til reiðar, lat hettar ikki fara forbí, men tak ímóti tí fullgjørda verki, sum okkum er gjørt til reiðar, sig Jesusi takk og hav Hann við, hvar tú so ferðast.

 

Ein sangur sigur soleiðis:

Sum Jesus ei nakar á jørðini var, so mildur var eingin sum Hann, og ei slíkan vin nakar syndari fær, sum frelsa tann vónleysa kann.
Hann ofraði lívið, lat renna Sítt blóð, Hann ofraði alt fyri meg, Hann stríddi við úlvin og sigrandi stóð, Hann stríddi og spardi ei seg, men ofraði alt fyri meg.

Við hesum orðum vil eg ynskja gott nýggjár og Harrans signing framyvir fyri land og fólk.

 

Josvabók 1:8 ”Hav altíð hesa lógbók á munni og grunda yvir hana dagar og nætur, til tess at tú heldur alt tað, sum í henni er ritað; tá fer alt at vignast tær væl, og tú verður happadrúgvur.”

 

Skrivað hevur Jóan Pauli Jacobsen

Sí fleiri greinar