Dávid, sum vann á Goliat
Sonja I. Jacobsen, 29.12.2015

Vit kenna øll – bæði vaksin og børn - søguna um Dávid, tann lítillátaða seyðadrongin, sum feldi kappan Goliat við einum sleingibandi. Ein hetjusøga, vit fortelja børnum, men eisini ein samanbering, sum javnan verður nýtt sum myndamál í gerandistalu.

 

Men kanska eru fleiri enn eg, sum til tíðir gloyma, hvussu tað bar til hjá Dávidi at útinna eitt slíkt bragd. Vit siga børnunum, at hann kláraði tað, tí Gud var við honum, og hetta er eisini í tráð við Bíbliuna. Men Dávid kom ikki beinleiðis úr bleytu sofuni frammanfyri sjónvarpinum, bjóðaði seg fram og feldi Goliat.

 

Dávið hevði í áravís ansað seyðunum, har hann mátti berjast við leyvur og bjarnir. Dávid hevði leingi verið í venjing - úti á markini, har eingin sá hann. Og tá tíðin var komin, var hann klárur. Hann var klárur við dirvi og tí styrki, sum skuldi til.

 

Men Dávid segði við Saul: “Tænari tín hevur røkta smáfæ faðir síns, kom tá leyva ella bjørn og fór við einum kríatúri úr fylginum, so leyp eg eftir henni og feldi hana og skræddi tað úr gapi hennara; legði hon so á meg, treiv eg í skegg hennara og feldi og drap hana. Bæði leyvu og bjørn hevur tænari tín dripið...” “... Harrin, sum hevur bjargað mær úr klónum á leyvu og bjørn, Hann skal eisini bjarga mær úr hondunum á hesum Filistara” – Tá segði Saul við Dávid: “Far! HARRIN skal vera við tær!” (1. Sámuel. 17; 34-37)

 

Víst var Harrin við honum, men úti á markini hevði Dávid ment ein karakter, sum ikki var at vika. Hann visti, hvat hann kundi, tí hann hevði fingið venjing og var styrktur í síni royndartíð á markini. Og hann hevði dirvi, tí hann visti, at Harrin var við honum.

 

Eg vænti ikki, at Dávid óttaleysur leyp á og drap ta fyrstu leyvuna, sum var ein hóttan fyri seyðafylgið. Men so við og við mentist hann við uppgávuni og royndi, at tað bar til.

 

At vinna á mótstøðu, hvør enn hon so er, krevur vilja, áhaldni, og at tú kennir tína styrki. Og hendan styrkin kemur ikki av sær sjálvum.

 

Onkuntíð noyðast vit, í tí smáa, at menna ein sterkan karakter, sum kann standa, tá ið á stendur.  

 

Tað er í tí dagliga lívinum og teimum dagligu royndunum, at Gud fær møguleika at mynda teg, styrkja teg og vissa teg um, at Hann er við, so tú ert sterk, tá ódnin rakar.

 

 “Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!” (Kol.3;23)

 

“Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna - og møðast ikki, tey ganga - og lúgvast ikki!” Es 40;31

 

Skrivað hevur Maria á Boðanesi

Sí fleiri greinar