Óttist ikki!
Sonja I. Jacobsen, 22.12.2015

Óttist Ikki, tykkum er í dag ein frelsari føddur.

 

Tað virkar, sum tað er nógvur ótti í samfelagnum í dag. í Evropa hendir nógv, og fólk óttast, nógv fólk flyta seg, flóttafólk, fólk óttast, at Islam kemur at taka yvir í Evropa, og ymiskt annað er, ið fyllir í okkara dagligdegi. Tey kristnu spyrja seg, hvat vit skulu gera? Nú Jólini eru nær, kann okkara dagligi ótti eisini koma inn, fíggjarlig viðurskifti, familjur, sum eru brotnar, børn skulu velja, um tey skulu vera saman við mammuni ella pápanum, sjúka og onnur ting. Jesus ynskir at siga við okkum “óttist ikki”.

 

Á morgunmøtinum sunnumorgunin talaði Búgvi Olsen, sum er búsitandi í Svøríki saman við konuni, Biritu Olsen og dóttrini, Anniku. Búgvi lesur master í teologi í Uppsala, arbeiðir í samkomuni Livets Ord og á flogvøllinum, konan gongur heima við teirra dóttur, Anniku.

 

Búgvi tosaði út frá jólaevangeliinum í Lukas 2, 8- 20 um ikki at óttast.

Lukas 2,10-11: Óttast ikki, tykkum er í dag ein frelsari føddur, var tað fyrsta eingilin segði.

 

Búgvi kom inn á 3 ting, sum hann helt vera sera umráðandi útfrá Lukas 2,10-20 um ikki at óttast.

 

Ótti er menniskjaligt – Bíblian nevnir ótta sera ofta í Gamla testamenti og nýggja testamenti. Tá Ábraham einki avkom fekk, bleiv hann stúrin og fór at óttast, tá segði Gud við hann, “óttast ikki, tú fær nógv avkom”.

 

Jósef hevði eisini ótta, Maria var við barn, Jósef var ikki pápi at barninum, men eingilin sigur við hann “óttast ikki at taka Mariu til konu tína, tí tað, sum í henni er gitið, er av heilaga Andanum”.

 

Jairus hevði sjúka dóttir - Harrin segði “óttast ikki, trúgv bert”.

Hvussu við okkum, skulu vit óttast ella leggja tað í Harrans hendur?

Oftani eru vit stúrin og gera niðurstøðu stundisliga, tá vit óttast - ein kanning vísir, at 90 % av tí, sum vit óttast og stúra fyri, hendir ikki.

 

Islam, stórur ótti er fyri Islam. Tað er teirra vápn at ræða fólk, vit síggja tað í Danmark og Svøríki. Fólk eru bangin fyri, at Islam kemur at yvirtaka Svøríki. Vit, sum eru kristin, hava eina ábyrgd at fortelja um Jesus, vera opin og hjálpa, har sum vit kunnu.

 

Ótti ger, at vit halda okkum aftur og forðar okkum í nógvum. Lat okkum heldur leggja alt í Harrans hendur, og lat hann sleppa framat, tí hann er tann sami í gjár og í dag til ævigar tíðir, hann kann gera undur og tekin.

Búgvi kom eisini inn á vers 13 – 14 um friðin á jørðini.

 

Friður hoyrir til jólini. Fólk rokast nógv til jóla, tey hava nógv at gera, men tá tey eru liðug at keypa gávur og annað, so verður ofta nevnt, at nú er friður.

Friðurin, sum verður nevndur í Lukas 2, 13-14, tað er sannur friður - tað er frelsufriðurin og friður á jørðini, tað er ein innari friður, sálarfriður, Harrin, Jesus Kristus er komin við friði.

Í heiminum er nógvur ófriður. Tað er tað ytra, vit tosa um tá. Jesus kom við innara friði, sum ger, at vit kunnu hvíla.

 

Í Jesaja 9 verður profeterað inn í Ísrael, og navnið Jesus verður útgreinað og profeterað um. Jesus er ikki bara eitt navn - undurfullur, ráðgevi, veldigur Gud, almáttugur, hann kann gera undur, ein ævigur faðir, sum elskar okkum og altíð er hjá okkum, hann eggjar okkum at ganga framá, hann er ein friðarhøvdingi.

 

Ofta eru vit stýrd av kenslum, gongst væl, so er alt gott, men gongur illa, kemur ófriður.

 

Friðurin, sum Jesus gevur, broytist ikki, hann er tann fullkomni friðurin. Friðurin eyðkennir jólaevangeliið.

 

Vers 16 – Hirðarnir lovaðu og prísaðu Gudi.

Hirðarnir vóru úti á markini, og tað var kanska tann lægsta stættin í samfelagnum, men einglarnir koma til teir.  

 

Vísmenninir komu eisini til Jesus, teir tosa um ein hægri klassa í samfelagnum, men bæði vísmenninir og hirðmenninir møtast, tá teir koma til Jesus. Hetta er ein mynd uppá, at øll kunnu koma til Jesus, hann ger ikki mun. Óansæð okkara umstøður, status, ella hvat vit gera, so er Jesus her.

Bæði hirðarnir og vísmenninir fóru prísandi avstað aftur, umstøðurnar vóru ikki broyttar, men teir høvdu fingið at vita, at ein frelsari var føddur og komin í hendan heim, og teir fóru glaðir avstað aftur.

 

Óttin gevur ring tíðindi og gevur okkum stúran. Friðurin gevur okkum gleði.

Harrin er her í dag og er komin at vitja okkum. Lat okkum geva friðin víðari, lat okkum geva jólafriðin víðari og geva til onnur, sum ikki hava møguleika og gera gott fyri onnur, og latið okkum ikki vera upptikin av øllum jólaresinum.

 

Gleðiboðskapurin er fyri alt fólkið, latið okkum geva tað víðari.

 

Møtið sæst á Netvarpinum HER

 

Skrivað hevur Levi T. Nybo

Sí fleiri greinar