Eitt nýtt samfelag - ein nýggj tíð
Sonja I. Jacobsen, 13.12.2015

Jer.9, 21 Tí deyðin kemur upp í vindeygu okkara, inn í hallir okkara; hann fer at týna smábørnini av gøtunum, unglingarnar av torgunum

 

Okkara generasjón er við at byggja eitt nýtt samfelag, ein risa stóran heim, ið verður bygdur á sand, sum bara hvørvur ímillum fingrarnar á okkum. Internetið og facebook stjelur okkara jørðforbindilsi, inntil vit at enda hanga dinglandi við einum tráðleysum interneti um hálsin.

 

“Tit vaksnu vita einki um, hvussu tað er, tit halda tykkum vita alt, men í hesum nýggja universinum eru tit meira óvitandi enn vit”, hetta hoyra vit dagliga.

 

Jú! eg veit hvussu tað er, tí eg havi sjálvur verið har. Nei, eg eri har. Mín smartphone liggur so tungt í lummanum, eg eri ongantíð meira enn nakrar cm frá míni smartphone. Tað følist næstan sum at ganga við eini fangaleinkju um fótin.....bundin!

 

Næstan øll, ið eg kenni, eru online, facebook er nógv tann størsti sosiali felagsskapurin, sum man yvirhøvur kann melda seg úr.

 

Tað tikist sum um facebook bara hevur eina síðu, tað er tann góða síðan. Á facebook fær man eina skeiva mynd av veruleikanum, tí alt tað ringa og keðiliga fær man einki at vita um. Lívið hevur tvær síður.

 

Eg byrji at blíva bangin fyri hesum nýggja universinum, tí eg havi sæð og síggi, hvat tað ger við fólk, eg føli tað á egnum kroppi, man sær fólk selja seg, simpulten gera alt bara fyri at fáa eitt eyka "like", “synes godt om” klikk.

 

Vit verða máld og vigað á facebook. Á facebook eru vit bara eitt produkt, har vit eru bundin av, hvussu nógv viðmerkja og dáma tað, sum vit skriva ella leggja út á facebook.

 

Lítlar gentur ynskja sær ikki longur Barbiedukkur, nei, nú stendur smartphone ovast á ynskilistanum, tað skal verða ein smartphone, sum tekur tær bestu myndirnar.

 

Tær fittu dukkurnar, sum gentur fyrr spældu við, ynskja tær nú at líkjast.Tær eru nú at síggja á facebook, tað er ikki nokk longur at spæla við dukkurnar, tær vilja verða dukkan.

Myndir verða lagdar á facebook av hesum vøkru og fittu gentum, sum ikki eru veruligar, myndirnar kunna viðgerast og vísa tí eina falska mynd av veruleikanum, vit vilja bara vísa okkum fram frá okkara vøkru síðu, á facebook vísa vit okkum fram sum feilfríar dukkur.

 

Onkur, sum tú illa nokk kennir, bankar uppá veggin hjá tær og sigur "Hey" og spyr, um vit skulu vera vinir, man fær eisini at vita, nær fólk baka bollar, og tá menn hava roytt nakrar havhestar. Løgið at hugsa sær! Alt fyri ein tummil upp og eitt “synes godt om”.

 

Hetta nýggja universið bara veksur og veksur, tað tykist ongan enda at taka. Hetta er sum ein ónd ringrás, ið bara melur runt....eg dugi illa at ímynda mær, at facebook gevur ta viðurkenning, sum vit dagliga søkja. Her manglar nakað heilt annað, nakað, sum situr nógv djúpari enn nakrir falskir tummlar upp, "like" á facebook.

 

Bara í dag hava fleiri av mínum facebook vinum uppdaterað sína vangamynd við vón um at fáa viðurkenning og at styrkja sína sjálvsmynd við so nógvum  "like" og “tummil upp” klikkum sum gjørligt. Hesaferð vóru tað ikki so nógv, ið dámdu mína nýggju vangamynd, tað var bara mamma og ein afturrat, eg viðgeri myndina eitt sindur og royni aftrur. "Tummil upp"!

 

Foreldur leggja myndir av hálvnaknum børnum bara ílatin svimjidrakt ella svimjibuksur á facebook uttan at hugsa, at myndirnar fara út um allan heimin, og tað er næstan ómøguligt at sletta hesar myndirnar, tí man veit ikki, hvar tær enda. Her eru ongar rillur á vegkantinum, sum rópa varskó, tá ein kemur ov langt út á kantin. Á facebook sita m.a. pedofilar og leita sær eftir offrum at misbrúka. Hugsa um hetta!

 

Í hjúnarúminum hevur smartphonin eisini fingið fast pláss á náttborðinum ella undir koddanum! Ongantíð longri enn eina armlongd frá tær, um eitt pling skuldi komið, má eg hyggja beinanvegin….hvagar eru vit á veg?

 

Hjúnarúmið, sum er staðið, har maður og kona blíva eitt, har hjún hava sínar intimu løtur, er eisini blivin ein partur av hesum nýggja universi. Tað er ikki óvanligt, at man líka má kekka, um nakað nýtt er komið á facebook tann síðsta hálva tíman, alt meðan ektafelagin fellur í fastan svøvn. 

 

Hvør hevur feilin? Tað er helst eingin, ið hevur feilin í, at vit vilja vísa okkum fram frá okkara bestu síðum, og tað er tí, at hetta falska universið er ímillum okkum.

 

Hetta er sum ein kavabóltur, sum bara blívur størri og størri, og sum vit ikki klára at steðga.

Facebook krevur av okkum, at vit blíva uppdaterað. Fyri summi kostar tað nógvar kreftir at halda kavabóltinum rullandi, men tað er eingin, ið hevur hug at steðga og standa einsamallur eftir í kuldanum.

 

Kunnu vit nakrantíð blíva frí?

 

Sagt í kærleika! .....TAÐ ER VÓN!

 

Job,14, 7 Tí fyri trænum er vón; verður tað høgt um, spírar tað aftur, og tí fattast ikki nýggjar kvistar;

 

Skrivað hevur Niels Martin Olsen

Sí fleiri greinar