Vend títt eyga burtur frá storminum
Kodio, 27.01.2015

”Men táið hann sá hitt ringa veðrið, varð hann ræddur, og táið hann nú fór at søkka, rópti hann: Harri, frels meg! Alt fyri eitt rætti Jesus út hondina og tók í hann, og Hann segði við hann: Tú trúarveiki, hví ivaðist tú?” (Matt:30-31)

 

Hendan yvirskrift sló meg tá eg ein dagin, tá ið eg læs úr bókini “Fra tro til tro” hjá Kenneth og Gloria Copland. Eg vil deila stutt frá tí, ið Gud talaði til mín.

 

Um tað er ein møguleiki hjá djevlinum at fáa tíni eygu burtur frá Guds orði, so vil hann gera tað. Hann ger tað, hann er mentur, at fáa teg at hyggja at umstøðunum, heldur enn Guds lyftum. Hansara ætlan er at gera lívið trupult, so tað kennist, sum tú verður kastaður av vindum higar og hagar, sum ein lítil bátur í illveðri. 

 

Hvat var tað, ið hendi, tá Pætur steig út úr bátinum? Tað var ein handling upp á Jesusar orð. Hann gekk á vatninum uttan trupulleika! Tað einasta, ið Pætur hugsaði um, var orðið frá Jesusar munni: ”Kom!” Men tá hann vendi eyguni burtur frá Jesusi og sá hitt ringa veðrið, varð hann ræddur, og tá byrjaði hann at søkka. 

 

Lat hetta ikki henda tær. Tá tú hevur fingið eina opinbering úr Guðs orði, so halt fast við hana. Mín áheitan til tín er, at tá vónloysi hevur hug at sníkja seg inn í títt lív, sum ein lívsins stormur av ymsum slag – gev tá ikki upp! Jesus sigur: ”Kom!”.Vend títt eyga á Jesus, Guds orð, tað hevur kraft og styrki í sær at bera teg – at ganga á vatninum!

 

Skrivað hevur Nicolina í Lág

Sí fleiri greinar