Ein persónligur vitnisburður
Sonja I. Jacobsen, 01.12.2015

Tí eygu HARRANS skoða um alla jørðina, og Hann letur síggjast, at Hann er sterkur í at hjálpa teimum, sum heilhjartað eru við Honum. 2. Krýn. 16:9

 

Tá ið eg var smádrongur, vóru stórar vekingar í heimbygd míni og í bygdunum runt Skálafjørðin. Bussar fyltir við ungum og eldri streymaðu til møtini, og vóru hesi árini eitt vælsignilsi í lívi mínum.

Teir, sum bóru orðið fram, vóru kontantir í síni boðan – øll høvdu syndað, og tí var neyðugt at umvenda seg. Jesus sigur “vendið um, tí himmilríkið er komið nær”.

 

Eg kendi sum lítil smádrongur Guðs kall og minnist, at tá vit sum børn spældu, so kendi eg Andan í bróstinum og mátti fara til síðis at biðja og syngja um Jesus.

 

Tá ið eg var 10 ára gamal, gjørdist pápi mín sjúkur av Parkinson. Tá var hann bert 40 ár.

Tað gjørdi barnaárini tung fyri meg. At síggja hvussu svárt tað var hjá pápa, at hann ikki kundi vinna fyri dagsins uppihald og haraftrat at síggja ta byrðu, mamma hevði at uppfostra 10 børn. Almannastova var eingin, men tá var gott at hava Jesus og kunna biðja til hann - ongantíð minnist eg, at hann sveik okkum.

 

Eg bað nógv fyri, at pápi skuldi verða grøddur. Ikki bleiv pápi grøddur, men hóast tað, so hevði eg eitt stórt upplivilsi.

 

Tá ið pápi sum 66 ára gamal doyði, stóð eg við høvdalagið hjá honum. Knappliga upplivdi eg eitt vakuum í rúminum, og tað var sum nakað kom og fór upp við vangan á mær. Likam hansara lá har, men andin var farin heim til Hann, sum gav hann. Eg trúgvi, at Jesus unti mær hesa uppliving eftir mangar bønir og sorgir - Guð er góður!

 

Eg veit ikki, hvar tíðin er farin. Bíblian sigur, at vit eru sum roykur á luftini eina tíð, men sum fánar burtur. Árini eru farin, men at eg gjørdist tann eg eri, er vegna, at eg havi kent Jesus Kristus.

 

Tað at duga væl og at vera næmur at læra, er ikki øllum meniskjum givið, og so var heldur ikki hjá mær.

 

Tá ið eg sum ungur maður bygdi grundina til húsini hjá okkum, føldi eg tað, sum eg einki dugdi. Tað var, sum at eg einki hevði fingið við av øllum tí, sum eg hevði lært. Tá ið tað regnaði, so plagdi eg at kroka í einum gomlum seyðahúsi og har rópa til Guð um at duga og skilja. Eg bað Hann um at hjálpa mær at loysa uppgávuna.

 

Harrin hjálpti, og um eg skuldi vitna um alt, Harrin lærdi og hjálpti mær við gjøgnum árini, so rúmast tað ikki í eini andakt.

 

Samvitskan er eitt amboð, sum vit hava fingið frá Guði, og hon hevur mangan verið til hjálp, tá ið eg varð freistaður. Samvitskan kann virka órógvandi, tí hon heldur okkum aftur, og er samviskan ein gáva frá okkara Skapara. Hann nýtir hana til at mynda okkum, og tí er neyðugt at varða væl um samviskuna. Gera vit ikki tað, so verða vit sum ein bilur við ongum bremsum.

 

Beiskleiki er eitt ónærisligt amboð, Sátan brúkar. Hann spælir við okkara stoltleika og spælir sær við at niðurbróta vælveru okkara, so vit ikki verða før fyri at hugsa klárt.

 

Beiskleikarót rennur upp og ger óskil, og mangir verða smittaðir av henni. Mong eru tey, sum doyggja av kreftsjúku, og er beiskleiki at líkna við kreftina. Beiskleiki kann drepa bæði likam og andan í okkum.

 

Jesus Kristus er hin stóri læknin. Jesus er okkara einasta alternativ - Jesu blóð reinsar frá allari synd, og um syndir okkara eru sum skarlak, skulu tær verða sum hvítasta ull.

 

Skrivað hevur Martin Olsen

Sí fleiri greinar