Bakidagur leygardagin
Sonja I. Jacobsen, 30.11.2015

Leygarmorguni kl. 9 fara vit at baka smákøkur í Kelduni.

Vit byrja við morgunmati.

Heitt verður á øll at taka deiggj við heimanífrá, so tað kann ganga skjótt og væl. Tó helst ikki marengs! Eisini er gjørligt at koma við bakaðum smákøkum, um ikki liggur fyri at vera við til bakidagin. Tó mugu køkurnar berast í Kelduna seinast leygardagin.

Smákøkurnar verða bakaðar til "Útrætta hondin", og tær verða bornar út sunnudagin aftaná møtið.

Aftaná møtið sunnudagin verður suppa til keyps fyri 25 kr. Sigast skal frá hjá Marthu, um suppa ynskist - tlf. 269320.

Sí fleiri greinar