Ger brúk av Orðinum
Sonja I. Jacobsen, 17.11.2015

Hebr: 4,12
Tí at Guds orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð, og fer inn ígjøgnum, til tað skilir sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.

 

Guds orð er livandi og er til okkum at taka til okkum og gera brúk av í lívi okkara. Tað er stór troyst og stórur uggi í Guds orði.
Vit mugu læra okkum at gera brúk av Guds orði í okkara dagliga degi og opna okkara hjørtu fyri Gudi. Læra okkum at tosa við Hann og hava álit á Gudi.
Sjálv havi eg upplivað nógv í mínum lívi, bæði ádrenn eg bleiv ein kristin og ikki minni aftaná.


Tað er nógv spennandi ein upplivir saman við Gudi.
Eitt dømi er, tá eg fyri umleið 12-13 árðum síðani var úti fyri eini hending, har eg fekk skaða í høvdið og fekk álvarsligan heilaskjálvta. Orka var ongin, kundi ikki koyra bil sjálv, fekk ikki lisið. Ja, kundi faktist onki.
Eg mátti liggja nógv, so eg tosaði við Gud, sum við eitt annað menniskja. Tá segði ein við meg um at biðja Gud koma til mín og tæna mær. Í fyrstani virkaði hettar undaligt fyri meg. Hvussu kundi eg biðja Gud koma og tæna mær? Men eg royndi tað, og tað var barasta so fantastist. At liggja har og uppliva, hvussu mín Skapari kom og fylti meg við einum friði og eini nærveru, sum ikki sást, men bara merktist so ófatiliga sterkt.

Gjøgnum hesa tíðina, sum vardi uml. 4-6 mánar, upplivdi eg heilt serlig ting, sum eg njóti gott av, eisini í dag.

 

Eitt, eg lærdi, er at seta mítt álit á Gud og trúgva á Hann, sum gav tað besta av tí besta, sín einborna son Jesus Kristus, fyri meg. Hví skal Hann so ikki eisini geva mær tað, mær tørvar her?

 

Eitt annað, eg eisini havi lært, er at vera djørv, tá eg biðji og brúka Orðið yvir tann, eg biðji fyri.

 

Fyri uml. 6 árum síðani fór ein sonur okkara út í annað land á eina vandamikla uppgávu. Tá kom til mín at biðja Sálm. 91 yvir hann persónliga.
Tá ein vanlukka hendi hesum sama soni, langt burtur heimanífrá, var ongin møguleiki at fara til hansara ella at kontakta hann. Tá var tryggleikin og friðurin inni í hjartanum bara har - at vita tað, at Gud er eisini har á tí staðnum. Tað er bara so stórt at eiga ein slíkan Skapara, sum er Almáttigur. At kunna tosa við Hann, biðja Hann um hjálp og bara kenna, hvussu Orðið er ein veruleiki og styrkin ein fær í hesum.

 

Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Gudi, og orðið var Guð. Hettar kunnu vit taka til okkum og gera brúk av, og gera vit brúk av tí, vendir tað ikki tømt aftur.

Gud er jú Gud friðarins.
Hann er Gud hin nærverandi, og orðið er Gud.
Onki kann mátast við tað.

 

Orðið er mær nær alla tíðina. Eitt, vit hava fingið at brúka eisini, er tungutalan. Tað at biðja í tungu uppbyggir okkara innara menniskja og ger bandið ella forholdið ímillum Gud og okkum sterkari.

Í Jóhs.16 sigur Jesus, at Hann vildi senda okkum talsmannin Heilaga Andan, sum leiðir og vegleiðir.

 

So kæru tit, ið lesa hettar. Lati okkum ganga fram fyri ásjón Guds við frímóði og dirvi og biðja djarvar bønir eins og Jábas gjørdi. Hann vil koma okkum nær og geva bønarsvar.


Harrin vælsigni tykkum og varðveiti tykkum. Harrin lati andlit sítt lýsa yvir tykkum og veri tykkum náðigur. Harrin lyfti ásjón sína yvir tykkum og gevi tykkum/okkum øllum Sín frið.

 

Amen.

 

Skrivað hevur Ann Randi Jacobsen

 

Sí fleiri greinar