Nú er tíð at teknað seg til U-Alpha
Jonna Heinesen, 09.11.2015

Leygardagin 21. nov. kl 18-19.30 byrjar U-Alpha í Kelduni.


Hvør kann koma á U-Alpha?
U: merkir ungdóms Alpha. Skeiðið er ætlað teimum, sum ganga í 6.fl- 9.fl.
• Tey sum vilja vita meira um kristindómin.
• Tey, sum nýliga eru vorðin kristin.
• Tey, sum halda, tað er strævið at vera kristin.
• Tey, sum vilja hava grundleggjandi meginreglurnar uppfrískaðar.

 

Hvat fer fram á Alphaskeiðnum?
Vit byrja kl. 18 við at eta saman. Aftaná er ein undirvísing og so halda vit fram í smáum bólkum, har tosa verður um ymsar spurningar, sum koma fram. Endað verður uml. kl. 19.30
Alpha skeiðið er 4 leygarkvøld áðrenn jól og 7 ferð aftaná jól. Miðskeiðis í skeiðum verður ein Alpha lega, sum helst øll skulu verða við.

 

Kostnaður?
Kostnaðurin fyri Alphaskeiðið er 200 kr. Tá er skeiðshefti og matur íroknað.

 

Meira fæst at vita í faldaranum, sum liggur við kunningardiskin í Kelduni, og sum er viðheftur í greinini.

 

Gleði tykkum at koma saman við øðrum ungum til undirvísing, smábólkar og hugna.

 

Faldari um U-Alpha

Sí fleiri greinar