Himmalin okkara vón
Sonja I. Jacobsen, 08.11.2015

Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæðst. Heb. 11,1

 

”Himmalin er nakað, sum vit eiga, ið hava sett okkara álit á Kristus”. Soleiðis byrjar Pauli Høj sín boðskap í morgun og lesur úr Hebr. 6:17-18. ….vit sum grípa vónina, sum frammanfyri okkum er løgd… Gud kann ikki broyta sítt lyfti ella falska tað, tí kunnu vit vera fullkomiliga trygg í tí, vit vóna. Vónin er akkerið.

 

Onkuntíð missa vit vónina, sigur Pauli, og víðari sigur hann, at: vit kunnu uppliva nógvar líðingar í lívinum. Paulus segði, at líðingar í hesi verð einki hava at týða móti vónini, vit hava fyri framman. Hann megnaði at hyggja upp og forbí líðingarnar her niðri. Himmalin fyri framman gevur okkum dirvi til at møta tí, ið kemur á okkara veg. Tað gevur okkum styrki.

 

Hvar er tín endastøð? Tað ger nakað við teg her á jørð, um tú sær Himmalin fyri tær. Søkið tað, sum omanfyri er. Viðhvørt so gloyma vit. Tað, sum omanfyri er, hevur onnur virðir enn tað, ið vit kunnu møta her niðri.

Gleðist yvir, at nøvn tykkara er uppskrivaði í Himli. Tí tað er tað týdningarmesta fyri okkum menniskju.

Frelsan er ikki fyrst og fremst her á jørð, frelsan er eisini endastøðin – Himmalin. Men tað er umráðandi, at vit ikki gloyma at liva her á jørð. Savnið tykkum ikki skattir á jørð, har sum mølur og rustur eta…nei, savnið tykkum skattir í Himli… har sum skattur tín er, verður hjarta títt við. Hvat eru skattir á jørð, sum hava himmalsk virðir? jú, tað er samkoman og kirkjan.

Pauli tosar m.a. eisini um Job, um hvussu fastur í trúnni hann var hóast ómenniskjaliga mótgongd. Men Job visti, at endin bleiv góður.

 

Fest tíni eygu á tað himmalska, tí har er kraftin til at liva lívið her á jørð sigrandi.  

 

Møtið sæst á Netvarpinum HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Birgit Frederiksberg

Sí fleiri greinar