Sálmur 23
Sonja I. Jacobsen, 02.11.2015

 

Eg havi valt skriva nakað um Sálma 23, tí tað er mín yndissálmur.
Hann er vakur, poetiskur og bæði gleðir og uggar ein í tungum løtum.

 

1 Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði
  mín; mær fattast einki.
 
2 Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg
   at hvíldarvøtnum;

 

Versið gevur mær frið, og leiðir tankarnar á náttúruna.
Teir mongu túrarnir eg havi gingið, kennist tað, sum at liggja

á grønum fløtum, tí eg kann tosa frítt við Harran.

 
3 Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum -
   fyri navns Síns skuld.

 

Hann er uggari mín og fær meg at hugsa um okkurt, sum er
betur, júst tá løtan er tung.

 
4 Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt;
   tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.

 

Um eg eri hugtung og døpur, so er Harrin uggari mín.

 
5 Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína;
   Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.

Hann verjir meg ímóti ákoyringum, forkelar meg við smyrsli
og gevur í yvirflóð.

 
6 Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi,
   og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.

 

So at hvíla í Harrans favni í endaleysar tíðir, kann nakað verða betur?

Sí fleiri greinar