Broytið heimin
Sonja I. Jacobsen, 22.10.2015

Fyri skjótt 2000 árum síðani stóð Jesus á Oljufjallinum saman við ellivu lærusveinum sínum og segði við teir :

“Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar Mínar”  Matt 28,19

 

Við øðrum orðum – Broytið Heimin!

 

Hettar kann man lættliga siga, tí at fólkið skuldi jú fara frá at vera atskild frá Gudi til at vera Jesu lærusveinar. Er tað nakað, sum kann broyta heimin, so eru tað menniskju, sum hava fingið Anda Guds.

 

Ragnhard Petersen, sum er búsitandi á Strondum, talaði á møtinum sunnumorgunin og byrjaði við at lesa missiónsboðið upp, sum vit kunnu lesa í Matt. kap 28.

 

Ragnhard er skrivari hjá KFS, har hann arbeiðir á fulla tíð. KFS er ein kristiligur felagskapur, sum arbeiðir millum skúlaungdóm og lesandi.

Ragnhard heldur áfram og greiðir frá, at tað eru nakrar fortreytir fyri at vera ein heimsbroytari.

 

Fortreyt nr. 1:

“Tú skalt elska Harran, Gud tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum” Matt 22, 37-38

Úr hesum kærleikanum til Gud er tað, at motivatiónin má koma frá, og har er tað, at alt samalt byrjar.

 

Fortreyt nr. 2 – Arbeiðshátturin!

Tá ið vit hava fingið boðini at vinna heimin, so er tað tí, at tað er møguligt. Vit hava ikki fingið eina ómøguliga uppgávu, tí annars hevði Jesus ikki lagt hettar á okkum.

 

Men arbeiðshátturin er týdningarmikil.

 

Tað kristiliga arbeiðið í Føroyum hevur í stóran mun verið merkt av, at fólkið má koma inn til okkum.

Vit skipa fyri tiltøkum, og tey eru vælkomin at koma til okkum fyri at hoyra meira.

 

Fyri at hesin arbeiðshátturin skal bera ávøkst, so eru nakrar treytir, sum mugu uppfyllast.

·       Vit mugu vera viðkomandi

·       Fólk mugu vera opin og áhugaði í Gudi

 

Men hvat nú um fólk halda, at tey kristnu eru ekstrem og langt úti? Fara tey tá at koma inn at hoyra, hvat vit hava at siga? Og í einum landi har fleiri og fleiri fólk ikki trúgva uppá Gud, so mugu vit ikki vænta, at tey fara at koma til okkara av sær sjálvum.

 

Verður hugt eftir samfelagnum hjá okkum, so er ein stórum partur av fólkinum, sum ikki tekur bíbliuna fyri fult, hóast tey í ein ella annan mun játta ein trúgv uppá Gud.

 

Samstundis sum vit síggja færri fólk, sum hava bíbliuna sum sítt grundarlag, so síggja vit eisini fleiri og fleiri ateistar, sum traðka fram og siga sína hugsan – tað er nakað, sum rørir seg í samfelagnum.

 

Tað eru broytingartíðir, og tað sær út til at Føroyar fylgja í fótasporunum hjá sínum grannalondum – Føroyar eru í ferð við at verða avkristnaðar!

Hvat er tað, sum hendir, hvar er Guds fólk? Riggar okkara arbeiði so illa?

Ragnhard heldur, at tað eru nakrar høvuðsorsøkir til gongdina.

 

1. Evangelisk anti-intellektualisma

Tann evangelist kristna samkoman í vesturheiminum hevur ikki tikið fyri fult at elska Harran av øllum sínum huga.

 

Vit hava avmarkað evangeliið til einans at snúgva seg um at hava sína søk í ordan við Gud og hava í ein mun forsømt at menna tann partin, sum hevur við vit og skil at gera.

 

Hettar hevur við sær, at tey evangelist kristnu ikki er við, har sum avgerðirnar verða tiknar og hava sett seg uttanfyri á teimum støðum, sum eru við til at mynda okkara samfelag.

 

Samstundis sum vit ikki hava lagt orku í at menna intellektualismuna, so hevur heimurin lagt stóra orku í hettar og hava yvirtikið.

 

Tey fáa tey høgu størvini og tora at úttala seg og kritisera kristindómin. Men vit hava ov fá, sum hava ein plattform og eisini tora at úttala okkum.

 

2. Universitetini

Tey, sum settu tey fyrstu universitetini á stovn, vóru kristin fólk. Tey kristnu, sum settu hesi universitetini á stovn, vistu, hvønn týdning tað hevur at elska Harran við sínum huga.

 

Men hyggur man eftir universitetunum í dag, so sæst tað ikki aftur í undirvísingini. So gott sum øll tey vesturlendsku universitetini eru farin frá sínum grundalag og eru í dag sekulær og humanistisk. Tað er tann naturalistiska heimsmyndin, sum er ráðandi, og Gud kann tískil ikki verða tikin í álvara.

 

Unversitetini er vakstrarhúsið hjá mongum ungum og myndar í stóran mun teirra heimsmynd. Universitetini eru tískil ein stríðsvøllur um hugsjónir og er við til at mynda heil ættarlið.

 

Tá ið hesi ungu eru liðug at lesa, fara tey út í samfelagið og inn í tey høgu størvini og út í hvønn krók í samfelagnum við tí viðføri, sum tey hava fingið.

Tá ið hugsað verður um hettar, so er tað ikki so undarligt, at gongdin í samfelagnum við avkristningini er, sum hon er.

 

Kristin mugu stremba eftir at elska Harran meira við sínum huga. Hettar gerst fyrst og fremst við, at vit læra okkum, hvat skriftin sigur, og síðani mugu vit eisini seta okkum inn í onnur viðurskifti í samfelagnum.

 

Duga vit at tosa við menniskju og til samfelagið og vísa á veikleikar við teirra sjónarmiðum, so kunnu vit rudda forðingar av vegnum. Tá ið foringarnar eru ruddaðar av vegnum, so verða tey opin fyri at hoyra evangeliið.

 

Hettar er nakað, sum má gerast alment, men Ragnhard metir, at ein av loysnunum er at leggja nógva orku í missión í lestrarheiminum.

 

Charles Malik, fyrrverandi forseti í ST-aðalráðnum segði:
“Guds kirkja kann ikki gera nakað týdningarmiklari fyri seg sjálva og evangeliið enn at royna at vinna universitetini aftur fyri Kristus. Hettar er besti háttur at broyta heimin, tí broytir tú universitetini, broytir tú heimin.”

 

Áhugaverda talan hjá Ragnhard Petersen kann hoyrast við at trýsta á leinkjuna HER

 

Myndir síggjast HER

 

Møti kann síggjast niðanfyri:

 

 

Skrivað hevur Øyvind Bjerkenes

Sí fleiri greinar