Tú gert mun
Sonja I. Jacobsen, 20.10.2015

Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann. Hebr 11:6

 

Tíðarandin sigur, at alt skal prógvast. Eg trúgvi, at tað er, tí vit hava nógv av okkara ættarliði, sum ynskja prógv fyri, at ein Gud er til ella ikki trúgva, at Gud er til.

 

Tí er tað týdningarmiklari enn nakrantíð, at tey tekin, sum Jesus segði skuldu fylgja okkum, eru virkin í gjøgnum okkum. Markus 16:17–18: “Og hesi tekin skulu fylgja teimum, ið trúgva: Í navni Mínum skulu tey reka út illar andar; tey skulu tala við nýggjum tungum; tey skulu taka ormar upp í hendurnar; drekka tey eitur, skal tað ikki saka tey; á sjúk skulu tey leggja hendurnar, og tey skulu verða grødd.“

 

-Tað hava verið tíðir í mínum lívi, har eg sjálvur havi havt mín iva, um Gud er til, og eg havi spurt meg sjálvan, hvar hesi tekin eru! Tá er gott at kunna venda aftur til Orðið og velja at trúgva tí, sum skrivað stendur – og ikki minst at minnast aftur á ta grøðing og aðrar upplivingar, eg havi havt saman við Gudi og tey svar, eg havi fingið upp á bøn. Eg má velja at trúgva, at tað ikki bara var tilfeldugt, sum tingini lagaðu seg í mínum upplivingum saman við Honum.

 

Kæri lesari, hvat kanst tú gera fyri at vísa øðrum, at Gud er til, hevur kraft at grøða, umbroyta, seta í frælsi, so onnur kunnu uppliva Gud? - Jú, tað er av alstórum týdningi, at vit brúka tann myndugleika, Gud hevur givið okkum, at kenna Guds rødd, og at vit tora at gera tað, Harrin biður okkum. Tá er tað eisini týdningarmikið, at tú veist, hvør tú ert í Kristusi, og hvat Kristus heldur/sigur um teg. - Tá fært tú dirvi og árræði at tosa og biða fyri tínum arbeiðsfelaga, skúlafelaga, vinum og frændum, konu og børnum, so at tey uppliva Gud gjøgnum ta kraft, sum tey uppliva, og blíva sannførd um, at Gud er ein persónligur Gud, og Hann elskar tey. Tú gert mun!

 

Skrivað hevur Trygvi Petersen

Sí fleiri greinar