Manslega - brellbiti
Sonja I. Jacobsen, 15.10.2015

Í samband við mansstevnuna 12.-15. nov. verður skipað fyri túri niðan í radarastøðina á Sornfelli.

 

Har sleppa vit at síggja anleggið, sum bleiv bygt undir kalda krígnum við húsinum, sum er inni í fjallinum, og eisini verður farið upp í radararnar, sum standa heilt uppi á toppinum.

 

Koyrandi er við bussi heilt niðan til tunnilin, og elevator er upp í kuplarnar.

 

Til ber at melda seg til mansleguna við at trýsta á HER

Sí fleiri greinar