Set títt álit á Harran
Sonja I. Jacobsen, 22.09.2015

Men gøtan, ið hini rættvísu ganga, er lík skínandi ljósi, sum verður bjartari og bjartari, inntil hádagur er. Orðt. 4.18.

 

Um vit lurta og hyggja eftir miðlunum í dag, hoyra vit øgiliga nógv keðilig tíðindir um neyð og elendigheit kring heimin. T.d. hoyra vit um flóttafólk í túsunda tali, sum flýggja undan krígnum í miðeystri og koma til Europa at søkja sær friðskjól. Eisini um ISIS, sum forfylgir og drepur kristin fólk (vantrúgvandi fólk) í hópatali. Vit síggja myndir inni á alnótini um, hvussu alt hetta fer fram og tað er ræðuligt. Man stendur spyrjandi. Hvat fer alt at enda við? Hvussu fer okkara heimur at síggja út um nøkur ár?

 

Tá ið vit hoyra um alt hetta, kunnu vit lættliga blíva bangin og fara at stúra. Vit seta kanska spurningar til, hvat skal henda við teimum kristnu, sum eru í allari hesari neyðini? Kunnu tey siga, at gøtan blívur bjartari og bjartari inntil hádagur er? Hvat nú um hetta kemur til okkara leiðir? verða vit trygg? kunnu vit eisini tá sitera hetta versið?

 

Men Gud sigur í sínum orði Filip. 4,6-7: 6 Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!

7 So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.

 

Gud er ikki bundin av umstøðum, men hevur brúk fyri, at vit seta okkara fulla álit á Hann. Hann sigur, at so skal Hann verða við okkum, alt til veraldar enda, so kunnu vit hvíla trygt í Honum og ikki stúra. Vit syngja so sterkt í tí kenda sanginum, at Gud er Gud, um land alt legðist oyðið, og Gud er Gud um menniskjan øll doyði.

So um vit seta okkara álit 100% á Harran, leggja okkara lív niður fyri Hann, og liva fyri at elska, hjálpa, tæna og bjarga menniskjum, sum eru á okkara vegi, so skal Hann leiða okkum frá dýrd til dýrd og frá sigur til sigur. Líkamikið umstøður í tínum lívi og líkamikið, hvussu hesin heimurin sær út, og hvat kemur at henda, so kanst tú siga, at gøtan blívur lík skínandi ljósi, sum blívur bjartari og bjartari inntil hádagur er!

 

Skrivað hevur Karstin Justesen

Sí fleiri greinar