DÁVID - ein maður eftir Guds hjarta
Sonja I. Jacobsen, 14.09.2015

Mikudagarnar 16/9 og 30/9 verður farið undir eina røð við bíbliuundirvísing í barnasalinum, har evnið verður “Dávid, ein maður eftir Guds hjarta.”

 

Vit fara at tosa um Dávid, hansara lív og tænastu, og hvat vit kunnu læra av honum sum trúgvandi í dag. Vit koma eitt nú at tosa um:

  • Guds kall, útveljing og salving til tænastu.
  • At varðveita hjarta.
  • Hvussu ein kann fyrireika seg til at tæna Gudi, táið ein er ungur.
  • Hvat gera vit táið vit snáva.
  • At bíða eftir Gudi.
  • At styrkja teg sjálva(n) við sangi og lovsangi.
  • Hvussu ein kann sigra á “Goliat”, einum hóttandi risa.
  • At fyrireika komandi ættarlið til ta uppgávu, ið liggur fyri framman.
  • …umframt annað spennandi.
    _____________________________________________________________

 

1. Partur, mikudagin 16/9 kl.19.00

 

“Eg havi sæð ein son Ísai Betlehemit, sum er kønur at spæla; hann er djarvur maður og bardagamaður, er orðkringur og vakur maður, og HARRIN er við honum.” (1. Sám. 16.18)

 

Sí fleiri greinar