Døgurðamøti
Sonja I. Jacobsen, 31.08.2015

Sunnudagin 6. septembur verður døgurði eftir møtið. Hesaferð verður tað kulottusteik, hvít eplir og rómaeplir, reyttkál og brún sós. Kaffi v/dessert verður eisini aftaná. Um tú ynskir døgurða 6. septembur, ring/skriva so til Marthu á tlf 269320.

 

Vinarliga meldið tykkum til áðrenn týskvøldið.


Kostnaðurin fyri børn 6 - 14 ár er 50 kr, 15 ár og eldri rinda 100 kr fyri døgurðan (0-5 ár - ókeypis).

Sí fleiri greinar