Gleðin í Harranum
Sonja I. Jacobsen, 29.06.2015

Vit hava ta seinastu tíðina í frískúlanum lært hesi skiftstøð:

 

Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum! Fil. 4,4

 

Gleðin í Harranum er styrki tykkara! Neh. 8,10

 

Hesi orð havi eg altíð havt við mær í øllum lívsins viðurskiftum. Tey eru so upplívgandi. Tá tað er okkurt, sum ikki gongur so væl, ella eg havi verið kedd um eitthvørt, so trívi eg í hesi lívsjáttandi orð og verði líkasum lyft uppaftur, eins og at tríva í ein upplyftandi lovsang, tað er balsam fyri sálina.

 

Eg hugsi ofta um eina gamla handilskonu á Strondum, er hon nevnd, so er hon kend, Betti á Høvdanum. Mestsum hvørja ferð eg kom í handilin hjá henni, so spurdi hon:” Nú Sonlis, hvussu er lagið í dag?” Mítt svar var:”Betti, eg tími ikki at vera í ringum lag, tí tað krevur so nógva orku at gerast í góðum lag aftur.”

 

Vit kunnu ei annað enn vera glað, tá vit síggja alt tað fantastiska, sum er rundanum okkum. Henda fantastiska náttúra, okkara fantastiska land og hesi fantastisku fólk, vit hava rundanum okkum o. s. fr. Ja, vit hava so sanniliga nógv at gleðast um, eg verði ikki liðug at ramsa alt upp. Golgata verkið, sum Jesus gjørdi fyri ein og hvønn av okkum, fantastiskt, at hann vildi ofra seg fyri okkum øll. Vit kunnu ei annað enn gleðast og takka Gudi fyri lívið og alt, Hann gevur okkum.

 

Mín bøn er, at vit mugu biðja Harran um eitt takksamt hjarta, tí vit kunnu aldri takka Honum nokk fyri alt, Hann hevur gjørt fyri okkum, ger fyri okkum og lovar at vera við okkum, alt til heimsins enda. Vit kunnu ei annað enn vera glað. Tí vil eg bert uppmuntra ein og hvønn at hava hesi orð við í øllum: Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum.

 

Gleðin í Harranum er styrki tykkara.

 

Hesin sangur sigur mestsum alt, vit kunnu ei annað enn gleðast og verða upplyft av hesum sangi, so her er ein upplyftandi heilsan:

 

Stór er tín trúfesti, áh, Gud mín Faðir,

tað er ei broytandi skuggi hjá tær.

Kærleiki botnleysur, ómáld tín náði:

tú ert hin sami, sum áður tú var.

 

N. Stór er tín trúfesti, stór er tín trúfesti,

nýggj hvønn ein morgun er náðin frá tær.

Alt, ið eg njóti, frá tær er tað komið,

stór er tín trúfesti, Harri, mót mær.

 

2. Summarið, veturin, várið og heystið,

sólin og mánin og stjørnurnar við,

náttúran eisini prógvar hitt sama:

Gud er í trúfesti við vára lið.

 

3. Øll syndin goldin er – frelsunargleðin

fremur í hjarta ein lovsang til tín,

styrki og vón fyri nútíð og framtíð,

náði og signingar flóta til mín.

Sí fleiri greinar