Hvat er bøn?
Sonja I. Jacobsen, 16.06.2015

Fyri trimum árum síðan talaði ein kvinna nevnd Zetti í Christel Kathidral í Los Angeles USA.

Talan var rættuliga hutakandi, evnið var bøn. Hon var serliga áhugaverd í undirvísing um, hvat bøn er, og um hvussu nógv tey eru, sum als ikki tykjast at vita, hvat bøn er.

 

Gud ynskir at gjøgnumføra sín plan og vilja ígjøgnum síni børn. Men børnini hugsa  fyri tað mesta um at draga Guð inn í sínar egnu planir og vilja harvið uppliva úrslitaloysi. Guð vil hava teg og meg sín veg og ikki umvent.

 

Zetti helt áfram og vitnaði um sítt krabbamein og segði m.a., at tann dagin hon fekk diagonosina um krabba, sæt hon og græt heilt áleina í átjan tímar, men hon kendi við eitt vekk eina rødd innan í sær: “nú hevur tú fyngið læknans diagonosu, men hvat við Guðs niðurstøðu?”, hetta var mær eitt sera tíðuligt upplivilsi.

 

Eg fann mær alt orð Guðs viðvíkjandi míni støðu, seks í alt, sum eg síðan terpaði og læs og tók tey saman við heilivágnum tvær ferðir um dagin í mánar.

Guð gav mær í orðinum lyftið um lív og ikki deyða, eg vildi liva fyri mín góða mann og barn.

 

Einaferð eg kom til læknakanning, segði læknin við meg, tú ert ein trúgvandi kvinna, sjúkan er fullkomiliga innkapslað, alt uttan um er fríkst og reint.

 

At enda segði Zetti:” Alt umráðandi eru orð Guðs.”

 

Læt okkum gera okkum til eitt við orð Guðs.

 

Óttast ikki, tí Eg eri við tær, læt ikki hugin bila tær, tí at Eg eri Guð tín, Eg styrki teg við høgru hond rættlætis Míns og hjálpi tær og styði teg.  (Jes.41,10).

 

Skrivað hevur Borghild Olsen

Sí fleiri greinar