Øðrvísi AWAKE í summar
Jonna Heinesen, 16.06.2015

Í summar fara vit at royna nakað øðrvísi í samband við AWAKE. Vit fara at samstarva við Lívsins Orð, Soli Deo Gloria og Karis, og skiftast um at hava ungdómsmøtir. Tvs., at tá vit hava ungdómsmøtið, so hava tey onki, og tá tey hava ungdómsmøtið, hava vit onki AWAKE, men skipað okkum og fara saman til teirra møtir. Hesi felags ungdómsmøtini, eisini nevnd L.A.K.S, byrja 27. juni, og enda við eini felags ungdómslegu í Kelduni í vikuskiftinum 14-16. august.

 

 

 

 

Skráin fyri L.A.K.S er hendan:

  • Leygarkvøldið 27. juni, Lívsins Orð
  • Leygarkvøldið 4. juli, Keldan
  • Hóskvøldið 9. juli, Soli Deo Gloria
  • Leygarkvøldið 18. juli, Keldan
  • Mikukvøldið 22. juli, Lívsins Orð
  • Fríggjakvøldið 31. juli, Karis
  • Hóskvøldið 6. august, Soli Deo Gloria
  • 14.-16. august, Lega í Kelduni
Sí fleiri greinar