“Hásummarhátið” við Franklin Graham
Kodio, 09.06.2015

Samkomur í og einstklingar í Føroyum standa í hesum døgum saman um evangeliskt átak við heitinum ”Hásummarhátíð,” sum verður í ítróttarhøllini á Hálsi sunnudagin 21. juni.

 

Saman við heimskenda tónleikaranum og sangaranum Michael W. Smith og øðrum fer kendi evangelisturin Franklin Graham at tala í høllini á Hálsi sunnudagin 21. juni. Umframt Michael W. Smith, fara hesi eisini at syngja: Dennis Agajanian úr USA, Johan og Anne Barbour, USA, Óskar Einarsson við ljómliði,. Eisini verða føroyskir sangarar.

 

 

 

 

 

Franklin Graham fer at tala á tveimum møtum hendan dagin. Fyrra møtið verður kl. 18.00 og seinna møtið, sum verður kl. 21.30 verður ein serstøk løta, ið ætlað unga fólkinum, har ljómliðið Thousand Foot Krutch og Michael W. Smith fara at syngja.

 

Franklin Graham er sonur heimskenda evangelistin Billy Graham, sum 96 ára gamal í dag. Sum ungur tók hann frástøðu frá tí andaliga, og hann ikki fara at fylgja í fótafetum pápans. Men 22 ára gamal umlivdi hann eina andaliga kollvelting. Hann var tá staddur í Jerusalem. Síðani 1989 hevur Franklin Graham í miðal hildið 7 stórar evangeliskar fundarøðir um árið. Franklin Graham dag er ein heimskendur og virdur evangelistur, sum ferðast um allan heim. Í september í 2013 hevði Franklin evangeliska fundarøð í Laugardalshøllini í Reykjavík, har 3- 4000 fólk vóru til møtini.

 

Hjálparfelagsskapurin “Samaritan Purse” (Pengapungur Samverjans), sum Franklin Graham leiðir, hevur virkað í Føroyum í mong ár undir navninum “Cristmas Child.” Felagsskapurin savnar inn gávueskjur til treingjandi børn um allan heim.

 

Samaritan Purse veitir serkøna hjálp í heimsins vanlukkuraktu og truplu økjum, har menniskjur eru rakt av álvarsomum trupulleikum, kríggi, hungri, jarðskjálvta o.a. Sum dømi kunnu nevnast tann umfatandi jarðskjálvtin í Nepal og Ebola-sjúkan í Liberia. Har kom hjálparfelagsskapurin hjá Franklin Graham, bæði við læknahjálp og hjálparútgerð.

 

Franklin Graham ber føroyingum hesa heilsan:

 

“Allir føroyingar vælkomin, og okkara vón er, at tey, sum stríðast við lívsins ivamál og sum ynskja eina nýggja byrjan í lívinum, fara at koma til hásummarhátíð í Ítróttarhøllini.”

 

Umframt ítróttarhøllina, so er høllin “Dansifrøi” og eitt tjald hjá Tórshavnar Kommunu leigað til endamálið. Har verða sjónvarpsskermar settir upp, so øll síggja og hoyra alt, sum fer fram.

 

Átakið “Summarhátíð” við Franklin Graham hevur skrivstovu á Starvegi 5 á Hálsi í Havn, Har er eisini bønarløta hvønn yrkadag kl. 16-17. Øll eru vælkomin at leitað hagar hesa løtuna, umframt at seta seg í samband við skrivstovuna á tlf. 25 55 30.

Sí fleiri greinar