Gud talar
Sonja I. Jacobsen, 02.06.2015

Vit hava havt nakrar vitjanir av evangelistum og profetum í samkomu okkara í seinastuni. Stephen og Cindy Seabury, Steve og Annika Everett, Linda Lee Ott, Móses Hansen. Haraftrat hevur Ellen Jensen verið á Aglow og á kvinnumøti.

 

Í stuttum tosaði Steve Seabury um, at hann sá Guds favør yvir okkara land og fólk, men at samkoman er sum ein sovandi risi. Men vit eru í ferð við at vakna til at stríða ein andaligan bardaga.

 

Í stuttum hevur Stephen Everett arbeitt við at kveikja upp náðigávurnar og fáa tær at virka okkara millum. Vit skulu útrustast og fara út at boða evangeliið.

Móses Hansen áminti um at vera ein góður angi Kristusar. Ikki við at liva upp til nakað, men við at brúka tíð saman vid Jesusi. Á tann hátt kann Hann skína ígjøgnum okkum, og vit verða ein góður angi Hansara,  menniskjum til frelsu.

 

Ellen fekk eina mynd frá Gudi at bera samkomuni í Føroyum. Hon sá ein risastóran eiturkopp, sum var blivin fóðraður í nógv ár. Eiturkoppurin er tekin uppá alskins ótta. Vit fylla okkara sinni við negativum tankum um okkum sjálv. Tað er ein av fíggindans hættum at halda okkum aftur – so vit ”stagnera”. Men Guds ætlan er at seta okkum í frælsi. Hann ynskir eitt lýðið fólk. Haraftrat nevndi Ellen, at Gud vil senda Sítt fólk út at boða evangeliið.

 

Hvat sita vit eftir við sum einstaklingar og sum samkoma? Hvat er tað Gud hevur tosað til okkara ígjøgnum hesi menniskju?

 

Óivað eru nógv gullkorn komin gjøgnum hesi vitjandi, og hevur Gud tosað ymiskt til okkum øll – hóast alt kann ein boðskapur heilt víst síggjast aftur hjá teimum øllum - Gerið tykkum til reiðar, lat Harran útrusta tykkum!

 

Ein heilsan við 1. Pætur. 5, 7-9: Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí hann hevur umsorgan fyri tykkum. Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt. Standið honum ímóti, føst í trúnni! Tit vita jú, at hesar somu líðingar eru lagdar á brøður tykkara í heiminum.

 

Mark. 16, 15 og Hann segði við teir, Farið út í allan heimin og prædikið evangeliið fyri øllum skapningum.

 

Skrivað hevur Anja Bjerkenes

Sí fleiri greinar