Kunningarskriv um leguna
Kodio, 21.05.2015

Hervið senda vit kunningarskriv út til tey, ið hava teknað seg til leguna um vikuskiftið.

 

Legan byrjar fríggjakvøldið kl.19.30. Fyrsta hálva tíman hava øll til at finna seg til rættis. Kl. 20.00 verður samansjóving í stóra sali.

 

 

Leggið til merkis – vit fara ikki at ganga inni í skóm, so havi inniskógvar ella hosur við.

 

Vit fara at hava hjól-bana uttanfyri, so um børnini eiga rulluskoytur, skateboard, súkklu ella annað, eru tey vælkomin at taka tað við ;)

 

Niðanfyri sæst skráin og listi við ymiskum at minnast til.

 

Skráin fyri leguna: Skrá

At minnast at hava við til leguna: At minnast 

Sí fleiri greinar