Starvsfólk til frískúlan í Kelduni við forskúla og frítíðarstovu
Sonja I. Jacobsen, 21.05.2015

Frískúlin, Keldan søkir eftir hesum hesum størvum fyri skúlaárið 2015/2016.

 

 

 

  • Eitt tíðaravmarkað lærarastarv á 25 tímar. Starvið umfatar m.a. føroyskt, danskt og  enskt í byrjannardeildini og miðdeildini.
  • Eitt tíðaravmarkað lærarastarv á 20 tímar. Starvið umfatar m.a. ná/tø., rokning og ítrótt/svimjing í byrjannardeildini. Ynskiligt er, at lærarin hevur svimjilæraraprógv.
  • Eitt tíðaravmarkað lærarastarv á 20 tímar. Starvið umfatar m.a. danskt, hand./list. og  serligan tørv í byrjannardeildini og miðdeildini. Talan er um avlopstímar og verður tímatalið ikki endaliga ásett, fyrr enn eftir 1. septembur 2015.
  • Eitt hjálparfólk á 36 tímar um vikuna. Starvið umfatar námsfrøðiligar stuðulstímar í skúlanum og arbeiði í frítíðarstovuni.

 

Vit ynskja, at tú, sum umsøkjari:

  • Hevur námsfrøðiliga útbúgving ella royndir
  • Tekur undir við og vilt arbeiða fyri visjónini hjá frískúlanum
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
  • Dugir at samstarva og ert til reiðar at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið í skúlanum

Um frískúlan:

Samkoman Keldan í Skálafirði hevur stovnað frískúlan. Forskúli, skúli og frítíðarstova eru á sama stað. Hølini í Kelduni eru nýmótans og vælegnað til skúlavirksemi. Umhvørvið í Skálafirði er eisini ein góður karmur um hetta virksemið. Skúlaárið 2015/2016 verða umleið 92 børn frá forskúlaaldri til og við 6. flokk.

 

Vit kunnu bjóða:
Eitt áhugavert starv við einum øðrvísi skipaðum gerandisdegi, har námsfrøðingar og lærarar samstarva. (sí www.fsk.fo)

 

Setanarviðurskifti:
Hjálparfólkastarvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag

 

Umsókn:
Umsókn saman við avriti av prógvi, c.v. og møgulig viðmæli, skal vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi 4. juni kl. 12.00. Meira fæst at vita við at venda sær til Jastrid Høj á tlf 232510.

 

Umsóknir skulu sendast til: 

Frískúlan í Kelduni, Skálafjarðarvegur 26, 485  Skálafirði. Til ber eisini at senda umsóknina umvegis teldupost: jastrid@keldan.fo

Sí fleiri greinar