Andi Harrans er yvir mær Jes.61,1
Sonja I. Jacobsen, 05.05.2015

Ja, so sanniliga hevur Harrin vitjað okkum í meinigheitini, vit eru so vælsignaði. Fleiri av sínum salvaðu tænarum hevur Hann sent okkum, vit eru tikin hond um, biðin fyri, uppmuntraði og sett í brand at tæna Harranum við dirvi.

Tað er blivið profiterað, at Andin føðir nakað nýtt, at 2015 er eitt serstakt ár, at tað, sum Satan hevur  stolið frá okkum, vil Gud geva okkum aftur, vit skulu siga tað við Jesus, nevna tað við navni…..

Tað er í fleiri førum nevnt um generatiónirnar, um Abraham, Ísak og Jákups Gud, sum heldur tað, ið hann lovar, um orðið, ið skapar tað, ið tað nevnir, og ikki skal venda tómt aftur.

 

Eg og tú, sum hava móttikið Jesus í okkara hjarta og hava kent og smakka, at Harrin er góður, at Hann er tann, Hann sigur seg at vera, vit hava ein longsul og eina neyð í okkara hjarta eftir at síggja, at øll okkara kæru skulu verða frelst. Vit gleðast um hendan boðskap og halda fast í lyftinum um, at tú og hús títt skulu verða frelst. Aps.16,29

 

Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Jóh.3,16

 

Tað hevur verið profiterað fleiri ferðir, at vit skulu út í stórum tali at vinna natiónirnar, og at natiónirnar skulu koma til okkum. Vit eru enntá uppmuntraði til at víðka okkara visión, sum er at vera til vælsignilsi fyri allar Føroyar, til eisini at verða til vælsignilsi fyri natiónirnar.

Tí hjá Gudi er onki ómøguligt. Luk.1, 37

 

Tí Eg veit, hvørjar ætlarnir Eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin. Jerm. 29,11

Um vit skulu vera verandi í Guds ætlan, er tað umráðandi fyri okkum at brúka tíð saman við Jesusi, at vit sita við Hansara føtur og inntaka føði frá Honum, at Hann sleppur at mynda og boyggja okkum, at vit stilla okkum sum eitt opið ílat, sum Hann kann fylla, so at Hansara kærleiki kann renna út frá okkum.

Vit hava eisini brúk fyri áhaldandi at uppmuntra hvønnannan og vísa umsorgan, geva eitt heraklapp og eitt smíl :)

 

So læt okkum liva og rørast nær Harranum, so vit kunnu siga sum í Jes.61,1-3

 

v1) Andi Harrans, drottins, er yvir mær, tí at hann hevur salvað meg til at bera fátækum gleðiboð, sent meg við heilsubót fyri sundurbrotin hjørtu, til at boða hertiknum og fjøtraðum loysn,

v2) til at kunngera náðiár Harrans og hevndardag Guðs várs, til at ugga øll, ið syrgja,

v3) geva teimum, ið syrgja í Zion, høvuðskreyt í staðin fyri øsku, fagnaðarolju í staðin fyri sorgarbúna, lovsong í staðin fyri máttleysan anda, rættlætis eikir verða tey nevnd, av Harranum settar niður honum til heiðurs.

 

Skrivað hevur Byrgerð Kjærbæk

Sí fleiri greinar