Tilmelding til samkomuleguna
Jonna Heinesen, 10.05.2015

Í vikuskiftinum, 22.-24. mei, verður fyrsta samkomulega í Kelduni. Endamálið er at styrkja samanhaldið, fáa andaliga føði og hugna okkum saman.

Ætlanin er at hava nógvar spennandi aktivitetir bæði inni og úti.

Legan er fyri ALLA familjuna - so um tú ert barn, ungur, miðaldrandi ella gamal, so gleða vit okkum at síggja teg til leguna.

Møguleiki verður at gista. Legukostnaður er 200 kr. fyri vaksin (13 ár+) og 100 kr. fyri børn (3-12 ár), tó mest 600 kr. fyri hvørja barnafamilju.

Freistin at tilmelda seg er sunnudagin 17. mei.

 

Tilmelding

Um tú skalt tilmelda fleiri vaksin, og møguliga børn, trýst HER

 

Um tú skalt tilmelda ein vaksnan, og møguliga børn, trýst HER

 

Eisini er møguligt at melda seg til leguna, við at ringja til Jonnu Heinesen, tlf. 738388.

Sí fleiri greinar